Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hava funnið leivdirnar av horvna F-35 flogfarinum

Tað er framvegis ikki greitt, hví flogskiparin lat seg varpa úr dýra stríðsflogfarinum, men herurin hevur nú funnið leivdirnar í South Carolina

Talsfólk fyri amerikanska herin hava nú boðað frá, at leivdirnar av F-35 stríðsflogfarinum, sum hvarv sunnudagin í South Carolina, eftir at flogskiparin lat seg varpa úr flogfarinum, eru funnar.

Flogskiparin umborð brúkti katapultsetrið og lendi í North Charleston, og eftir hetta bað herurin almenningin um hjálp at finna flogfarið, ið kostar um 100 milliónir dollarar.

Tað er ikki greitt, júst hvør fann leivdirnar av flogfarinum, sum vóru funnar norðan fyri Joint Base Charleston, men nú hevur herurin byrgt økið av, so óviðkomandi ikki sleppa framat, og soleiðis at kanningarfólk kunnu gera sítt arbeiði uttan at verða órógvað.

Flogfarið var sett á autopilot, tá flogskiparin varð varpaður úr stýrhúsinum, og av somu orsøk hevur tað verið á flogi eina løtu aftrat, og hetta hevur gjørt tað torført at finna tað aftur.

Tað er møguligt, at elektronikkurin og svarsendarin umborð á flogfarinum gjørdust í ólagi, tá katapultsetrið varð útloyst, og tað er kanska hetta, ið hevur gjørt tað ómøguligt hjá herinum at finna flogfarið við vanligari elektroniskari útgerð, sigur ein hernaðaranalytikari við BBC.

Hann heldur tað kortini vera ómøguligt, at flogfarið kann hava verið á flogi leingi eftir at flogskiparin hevur nýtt katapultsetrið, tí flogfarið tekur nógvan skaða av hesum, og tað missir eisini nógvar flogeginleikar uttan glasskjøldurin á stýrhúsinum.

Flogskiparin varð fluttur á sjúkrahús, og er uttan fyri lívsvanda, men tað er framvegis ikki greitt, hví hann lat seg varpa úr flogfarinum.