Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landsstýriskvinnan biður um 43,7 milliónir krónur afturat til H-bygningin

Løgtingið skal í dag millum annað viðgera uppskotið hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í Heilsumálum, um H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum

Trý mál – øll til fyrstu viðgerð – eru á skránni í Løgtinginum í dag, umframt framløga.

Millum málini, sum skulu viðgerast í tinginum í dag, er uppskot til løgtingslóg um at byggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan.

Landsstýriskvinnan í Heilsumálum, Margit Stórá, biður um 43,7 milliónir krónur afturat, so H-bygningurin kann gerast liðugur. Hesin peningur skal á fíggjarlógina fyri 2024, og tí ynskir hon, at verklagslóg verður gjørt fyri hetta.

Landsstýriskvinnan vísir í uppskotinum á, at innanfyri verandi verklagslóg, so ber ikki til at halda arbeiðið í H-bygninginum í gongd eftir 31. oktober í ár.

Viðmerkingar til uppskotið
Í viðmerkingunum til uppskotið stendur at lesa, at arbeiðið við at byggja H-bygningin er nú komið so langt, at hann mestsum sær út til at vera liðugur. Arbeitt verður við at yvirtaka og royndarkoyra ymsar tekniskar skipanir og annað.

Arbeiðið at samanbinda H-bygningin og B-bygningin er eisini í gongd. Harumframt er arbeiðið í gongd við at innrætta víðkaða partin av kjallaranum til goymslu, reingerð og parkering.

H-bygningurin  er komin væl áleiðis, og við gjøgnumgongd er komið fram á nøkur bygningsarbeiði, ið eru komin afturat. Harumframt hevur arbeiðið drigið út, og tað hevur fleiri byggiplássútreiðslur o.a. við sær.

Við hesum grundarlagi verður nýggj verklagslóg gjørd, fyri at fáa materiella heimild at halda áfram á byggiplássinum og til bygningsarbeiðir.

Málslýsing
Meirútreiðslurnar  standast  av  hægri  útreiðslum  til  bygningsarbeiðir,  byggiplássrakstur  og longda byggitíð, umframt isolatiónsstovur.

Sambært nýggjari kostnaðarmetingin, so skulu brúkast 14,2 milliónir krónur til bygningsarbeiði, 13,2 milliónir krónur til innbúgv, tól og útgerð, fýra milliónir til streym, reingerð og annan rakstur í byggitíðini, 6,3 milliónir krónur til byggiplássrakstur og seks milliónir krónur til isolatiónsstovur.

Les eisini...  Parkinsonfelagið: Ynskiligt um Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús høvdu serútbúnar fysioterapeutar til fólk við Parkinson

Tilsamans vanta 43,7 mió. kr. í til verkætlanina við H-bygninginum.

Uppskotið um nýggja verklagslóg um H-bygningin kom í tingið fyri 12 døgum síðan.

Tað er Landssjúkrahúsið og Landsverk, sum í felag hava gjørt eina yvirskipaða lýsing av tí, sum mett verður skal gerast afturat, har talan er um bygningsarbeiðir, sum skulu til fyri at fáa H-bygningin kláran til sjúkrahúsvirksemið.

Lógaruppskotið er gjørt í samstarvi við Landssjúkrahúsið, Landsverk og Fíggjarmálaráðið.

Tingfundurin byrjar klokkan 11.