Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Peran farin hjá nógvum vágbingum

Í gjár skrivaði løgreglan 25 bøtur í Vági, tí millum annað ljósperur á bilum vóru brostnar

Løgreglan var í Suðuroy í gjár og kannaði ferðsluna í Vági og í Tvøroyri, og svarti blokkurin var ofta tikin fram í gjár.

Í Vági steðgaði løgreglan 80 bilum, og har vóru ikki færri enn 25 bøtur skrivaðar. Serliga var tað bøtur fyri ljósperur á bilum, sum ikki lýstu, tí heili 13 bøtur vórðu skrivaðar hesum viðvíkjandi.

Fimm bilar høvdu ov slitin dekk, so har blivu eisini bøtur skrivaðar fyri tað, trý fólk fingu bót fyri ikki at hava koyrikort uppi á sær, tvær bilførarar fingu bót fyri ikki at brúka trygdarbeltið, tvær bilførarar fingu bót fyri at brúka handhildna fartelefon undir koyring og so fekk ein bilførari bót fyri ikki at hava barnapútu undir barni, sum var ov lítið til at vera íbundin á vanligan hátt.

Løgreglan var eisini á Tvøroyri, og har vórðu 50 bilar kannaðir. Her vóru ikki eins nógvar ljósperur, sum ikki lýstu, men tað vórðu fimm bøtur skrivaðar hesum viðvíkjandi, tveir bilar høvdu ov slitin dekk og tveir bilførarar høvdu ikki koyrikortið uppi á sær, og tað fáa bilførararnir so bót fyri.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur eisini, at tað eru nógv fólk fyri tíðina, ið ikki fáa innivist um næturnar, tí tað ikki er pláss at gista á Herberginum, og tí leita mong teirra eftir onkrum staði at gista nátt. Um trý-tíðina í nátt boðaði eitt fólk í miðbýnum í Havn løgregluni frá, at onkur royndi at fara inn í eitt úthús, tí viðkomandi einki stað hevði at sova í, men tá løgreglan kom á staðið, var viðkomandi vekk. Løgreglan royndi at leita eina løtu, men funnu ikki viðkomandi, sum hevði roynt at farið inn í ein hjall at sova.