Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Útflutningurin av fiskamjøli og líknandi vørum heldur fram at vaksa

Fyrstu sjey mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 6,6 milliardir krónur. Tað eru 380 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022

Útflutningurin fyrstu sjey mánaðirnar av 2023 er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 7,2 milliardir krónur. Hetta eru 296 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022. 

Størsti vøksturin sæst í bólkunum “Slógv og fiskaúrdráttir” og “Annar fiskur”. Bólkurin “Annar fiskur” fevnir um vørur úr fiskasløgum ikki nevnd í talvuni niðanfyri. Meginparturin av vørunum í bólkunum er lýsi, mjøl, fóður og líknandi fiskavørur. Tilsamans er útflutningurin av fiskavørum sum fiskamjøl, fóður, lýsi og líknandi vaksin 882 milliónir krónur hesar fyrstu sjey mánaðirnar. Hetta svarar til umleið 76 prosent vøkstur.

Virðið av laksaútflutninginum er minkað 255 milliónir krónur, ella 8 prosent. Nøgdin er minkað 7.283 tons, ella 19 prosent. Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er prísvøksturin steðgaður.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini toskur, upsi og hýsa er minkað 175 milliónir krónur, ella ávikavist 21 prosent, eitt prosent og 15 prosent. Við at samanbera virði og nøgd sæst, at prísurin á toski er á sama støði sum í 2022, meðan prísurin á upsa er farin upp, og prísurin á hýsu er lækkaður.

Vøruútflutningur í virði skiftur á høvuðsvørubólkar

Januar – juli 2022/2023

 januar – julimunur
 20222023mió. kr.%
Tilsamans6.8747.1712964
Fiskavøruútflutningur6.2606.6403806
Toskur730580-150-21
Upsi188186-2-1
Hýsa156132-24-15
Makrelur504501-3-1
Sild291262-29-10
Svartkjaftur14994-55-37
Svartkalvi46611533
Laksur3.0402.785-255-8
Slógv og fiskaúrdráttir74404331449
Annar fiskur1.0841.63555151
Aðrar vørur397343-54-14
Skip og flogfør217187-29-14
Kelda: Hagstova Føroya

Fiskavøruútflutningur í nøgd skiftur á høvuðssløg

Januar – juli 2022/2023

Les eisini...  Sandoyingar raskastir at fara til lækna
 januar – julimunur
 20222023tons%
Tilsamans297.047376.96879.92027
Toskur14.07511.198-2.877-20
Upsi5.8654.564-1.301-22
Hýsa5.0485.2872395
Makrelur43.86339.590-4.273-10
Sild36.51632.486-4.030-11
Svartkjaftur46.88531.988-14.896-32
Svartkalvi1.1781.53435530
Laksur38.50831.225-7.283-19
Slógv og fiskaúrdráttir17.88558.88441.000229
Annar fiskur87.225160.21272.98784
Kelda: Hagstova Føroya

Útflutningurin til Russlands var 4,9 milliónir krónur í juli 2023. Hetta er næstan alt brennievni til russisk skip.

Vís fleiri grafar

Vís talvur (Hagtalsgrunnur)