Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsti danin hjá Manchester United

John Sivebæk, Jesper Olsen, Peter Schmeichel og Rasmus Højlund. Hvør var fyrsti danin at umboða Manchester United?

Christian Heinrick Erentz varð føddur í Helsingør í 1835 og hann giftist við skotsku Elizabeth Cobb. Tey búsettust í Dundee í Skotlandi og fingu sjey børn. Tveir av synunum fingu eina fína fótbóltslívsleið við Dundee Our Boys, sum seinni broytti navn til Dundee Football Club, og Manchester United. Hin yngri, Harry, skrivaði eisini søgu við Tottenham Hotspur, har báðir aftur kundu verið sameindir.

Manchester United søkti um upptøku til Fótbóltsdeildina í 1889, men fekk noktandi svar. Í staðin stovnaði felagið Football Alliance saman við fleiri øðrum feløgum. 2. plássið kappingarárið 1891-92 tryggjaði felagnum upptøku í Fótbóltsdeilidina og felagið skuldi hava styrk.

Lyklaleikari hjá Newton Heath fyrstu árini

Frederick Charles “Fred” Erentz (f. 10. juni 1870 – d. 6. apríl 1938) skifti frá Dundee Our Boys summarið 1892 til Newton Heath (seinni Manchester United) saman við tveimum liðfeløgum, Jimmy Coupar og James Brown. Fred Erentz spældi hálvbakkur í allarfyrsta landskappingardystinum hjá Newton Heath, sum tapti 3-4 fyri Blackburn Rovers á Ewood Park tann 3. september 1892. Upprunaliga spældi hann hálvbakkur og var ein fjøltáttaður leikari, men hann vann sær fast pláss á vinstra bakki og var brotssparksskjútti.

Samanlagt spældi Fred Erentz 310 dystir fyri Newton Heath og skoraði 9 mál árini 1892-1902. Hann setti fleiri varðar á vegnum, áðrenn ein knæskaði noyddi hann at gevast eftir kappingarárið 1901-02. Hann var tann fyrsti, sum spældi 100 (14. desember 1895), 200 (januar 1899) og 300 (mars 1902) dystir fyri felagið, og hann átti dystarmetið fram til fyrra heimsbardaga. Hann spældi eisini seinasta dystin undir navninum Newton Heath, tá Manchester United vann 2-1 á Manchester City í Manchester Senior Cup. Dysturin varð spældur tann 26. apríl 1902 og sama dag samtykti nýggja nevndin at broyta navnið til Manchester United, so felagið kundi byrja av nýggjum eftir fíggjarliga sera tungan sjógv.

Les eisini...  Seinasti framløgudagur í Løgtinginum áðrenn summarferiuna

Fred Erentz er framvegis millum 50 teir fremstu, sum hava spælt flestar dystir fyri Manchester United í søgu felagsins. Hann var eisini við til at vinna Manchester Senior Cup í 1892-93 og í 1901-02, hóast bróðurparturin av fótbóltslívsleiðini hjá Newton Heath fór fram í 2. deild. Í Newton Heath spældi Fred Erentz sjey dystir saman við bróðrinum Harry kappingarárið 1897-98, har báðir vóru verjuleikarar og teir kundu eisini verið sameindir í Tottenham Hotspur, um Fred hevði tikið av góða sáttmálanum frá Spurs, har Harry spældi høgri bakkur eftir stutta tíðarbilið hjá Newton Heath. Teir vóru sostatt millum fyrstu brøðrapør í felagnum.

Spældi saman við bróðrinum

Brøðurnir báðir vórðu aftur sameindir í mai mánaða 1897, tá Newton Heath keypti Henry Bernt “Harry” Erentz (f. 17. september 1874 – d. 19. juli 1947) frá Oldham County. Harry Erentz byrjaði fótbóltslívsleiðina við heimstaðarfelagnum Dundee í 1895. Eftir kappingarárið 1895-96 varð Harry seldur til Lancashire League felagið Oldham County, áðrenn hann skifti til Newton Heath árið eftir. Tað gingu kortini átta mánaðir, áðrenn hann spældi fyrsta dystin fyri Newton Heath, tá hann spældi saman við eldra bróðrinum á høgra bakki í einum 1-5 tapi á útivølli fyri Woolwich Arsenal tann 8. januar 1898. Harry spældi bara níggju dystir fyri Newton Heath (seks í landskappingini og tríggjar í FA Cuppini) millum januar og apríl, áðrenn hann skifti til Southern League liðið Tottenham Hotspur í mai 1898 saman við verjufelaganum James McNaught.

Vann FA Cup finaluna í 1901 við Spurs

Harry Erentz var ein tryggur verjuleikari, sum las spælið væl og hevði styrkina í høvuðsspælinum. Hann var náðileysur í takklingini og varð kallaður “Tiger”. Hann spældi eisini 18 dystir fyri liðið, sum vann Southern League í 1899-1900, men besta løtan mundi vera, tá Spurs eftir umdyst vann FA Cup finaluna 1901 á Sheffield United á Burnden Park í Bolton. Fyrri dysturin endaði 2-2 á Crystal Palace leikvøllinum í London og í seinna dystinum vann Spurs 3-1. Sigurin hevði við sær, at Spurs gjørdist fyrsta – og higartil einasta – felag uttan fyri Fótbóltdeildina, sum hevur vunnið FA Cup. Harry spældi allar dystirnar á sigursferðini.

Les eisini...  Harry Kane umhugsar støðuna í Tottenham

Tað gjørdist til 6 kappingarár við Tottenham, har hann spældi 130 dystir í Southern League og 250 dystir samanlagt. Í mai 1904 stóðst ivamál um hansara venjingarstøðuni og Tottenham valdi at leysgeva hann. Hann fekk nýtt felag í desember sama ár, tá Swindon Town bjóðaði honum sáttmála, men breyt beinið tríggjar mánaðir seinni og noyddist at gevast at spæla eftir bara 16 dystir. Seinni gjørdist hann venjari hjá áhugafelagnum The Corinthians. Harry Erentz spældi fyri Dundee Our Boys (august 1895), Oldham County (september 1896), Newton Heath (mai 1897), Tottenham Hotspur (mai 1898) og Swindon Town (desember 1904).