Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Árni kundi ikki skriva sítt egna navn í 30 ár – nøkur fá sekund broyttu alt

Ein skurðviðgerð á Aarhus Universitetssjúkrahúsi hjálpti Árna Nygaard av Saltnesi at sleppa av við ristingar, sum høvdu ávirkað lív hansara á ógvisligan hátt

Árni Nygaard av Saltnesi tekur eina svarta spritttussj og skrivar á eitt pappír. Hond hansara ristir illa, meðan hann roynir at skriva eitt “Á”, men tussjin vil ikki, sum hann vil.

Eftir eina løtu leggur hann tussjina frá sær og hyggur niður á pappírið.

– Hetta er tað besta, eg havi skrivað í langa tíð, sigur Árni Nygaard við tíðindamannin frá danska TV2 Østjylland.

72 ára gamli Árni Nygaard hevur, síðan hann var barn, havt ampa av ristingum, men tað er serliga tey seinastu 25 árini, at tað hevur ávirkað somikið ógvisligt, at hann til tíðir hevur havt tørv á hjálp til at gera ting í tí dagliga.

Men nú skal tað vera nokk.

Árni Nygaard hevur fingið tíð at verða skurðviðgjørdur á Aarhus Universitetshospital.

Hetta sjúkrahúsið kann, sum tað einasta almenna sjúkrahús í Norðurlondum, fremja eina serliga skurðviðgerð, sum hjálpir at basa ristisjúku – ella “essential tremor”, ið tað eitur á fakmáli.

(Greinin heldur fram undir videobrotinum)

(Video: TV2 Østjylland)

Mátti fáa hjálp at eta
Ein út av 20 fólkum yvir 60 ár fáa ristisjúku, sum ávirkar dagliga lívið somikið nógv, at tey ikki megna at gera grundleggjandi ting sum at drekka úr einum glasi ella skriva teirra egna navn.

Ein av hesum er Árni Nygaard av Saltnesi. Tí hevur hann havt tørv á at fáa hjálp í dagligdegnum.

– Eg plagi at siga, at kona mín er mín høgra hond, greiðir hann frá.

Hann skammast yvir, tá hann millum annað skal eta úti, og ristisjúkan hevur tí havt við sær, at hann antin etur heimanifrá ella gevur avboð, tá sosial tiltøk eru á skránni.

Les eisini...  Heimið á Kvíggjartúni á Argjum er nú klárt at taka í nýtslu

– Mann kann slett ikki vera millum onnur fólk, til ein føðingardag til dømis. Tað ber ikki til at sita saman við øðrum og eta. Tað er vónleyst, sigur hann.

Tí er hann komin til sjúkrahúsið at fáa hesa serligu skurðviðgerðina.

Ein hjálmur verður boraður fastur inn í skallan hjá Árna (Mynd: TV2 Østjylland)

Hjálmur boraður inn í skallan
Skurðviðgerðin, sum Árni skal hava, gongur soleiðis fyri seg, at læknar brúka ultraljóð, ið verða stillaðar móti heilanum, sum so knúsa nervakyknur, ið eru ovurvirknar og eru atvoldin til ristingarnar.

Á hendan hátt slepst undan eina stórari skurðviðgerð, har allur skallin skal av, men heldur verður eitt lítið hol borað inn í skallan, sum so ger tað, at ultraljóð verður skotið inn.

Beint áðrenn skurðviðgerðina verður ein hjálmur boraður fastur á skallan hjá Árna. Hetta verður gjørt, so høvdið hjá Árna er so stilt sum møguligt, tá ultraljóð verður skotið inn. Tí verður skotið ein millimetur við síðuna av, so kann tað fáa sera keðiliga avleiðingar.

Árni verður gjørdur klárur til skurðviðgerðina (Mynd: TV2 Østjylland)

Skurviðgerðin
Eftir at ramman til hjálmin er spentur fastur, verður Árni Nygaard førdur inn í stovuna, har skurðviðgerðin fer fram.

Her verður høvdið spent fast, áðrenn fyrstu kanningarnar byrja.

Fyrst skal hann skannast, so at serfrøðingarnir vita heilt ítøkiliga, hvar ultraljóðstrálurnar skulu skjótast. Árni er vakin allatíðina, so hann kann siga frá, um nakað kennist galið.

Skurðviðgerðin er løgd til rættis niður í minsta millimetur, men læknarnir skulu allatíðina vera vísir í, at teir skjóta hesar strálur á rætta stað.

Les eisini...  Nýggj frágreiðing um pápar og familjulív

Tí tosar ein neurologur við Árna gjøgnum skurðviðgerðina, fyri at vita, hvussu hann hevur tað; um hann merkir okkurt lammast ella um hann merkir órógv á sansunum.

Læknarnir byrja spakuliga, fyri at finna útav, um viðgerðin virkar. Ger hon tað, so fer Árni Nygaard at merkja beinavegin, at tað ger mun og ristingarnar eru avtakandi.

Meðan Árni verður skurðviðgjørdur, skal hann tekna ein spiral á eitt pappír, so læknarnir vita, um tað verður gjørt rætt. Á henda hátt ber til at justera til rætta punktið, so tær strálurnar raka rætta staðið, og við at kanna Árna allatíðina, so vita læknarnir, hvar ultraljóðstrálurnar skulu skjótast.

Árni teknar ein spiral, so læknarnir kunnu síggja, um skurðviðgerðin virkar (Mynd: TV2 Østjylland)

Teknaði ein spiral
Eftir at læknarnir fáa peila seg inn á rætta staðið á heilanum, so tekur tað bert fá sekund hjá maskinuni at brenna tær sjúku nervakyknurnar av.

Við tað sama sæst úrslitið av skurðviðgerðini – og tað sæst týðiliga.

Neurologurin heldur eina talvu yvir høvdinum á Árna, sum teknar ein spiral, og tað eydnast beinavegin.

Tað er ein týðiliga rørdur Árni Nygaard, sum beinavegin merkir ágóðan av hesi skurðviðgerðini. Hann tekur í hondina á øllum læknunum, ið eru til staðar í skurðviðgerðarstovuni.

– Tað er heilt ótrúligt, hvat tey kunnu í dag, sigur hann rørdur.

Hann er glaður fyri, at hann nú ikki er so bundin av konuni, sum hevur hjálpt honum við nógvum í gerandisdegnum.

– Eg fái ein nýggjan dagligdag, sigur Árni Nygaard og leggur afturat:

– Eg gleði meg til at koma út millum fólk aftur. At eg kann sita við eitt borð og eta sum hini, sigur Árni Nygaard av Saltnesi, í samrøðu við danska TV2 Østjylland.

Les eisini...  Springararnir hava nú sent í ein mánaða

Árni Nygaard beint eftir skurðviðgerðina (Mynd: TV2 Østjylland)

Øll sendingin um Árna Nygaard sæst her, har eisini ein donsk kvinna fær eitt nýtt eyga: