Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggj vindeygu skulu minka um CO2-útlatið

Leguhúsið í Nesvík fær í hesum døgum nýggj vindeygu, ið skulu minka árliga CO2-útlatið við 28 tonsum, sigur aðalskrivarin í Kirkjuligu Heimamissiónini

Í góðveðrinum tíðliga í morgun byrjaði arbeiðið at skifta øll vindeygu í gamla partinum av Leguhúsinum í Nesvík. Talan er um góðar 1.200 fermetrar av glas-fasadu, sum skal skiftast, og væntast hetta at koma at spara Leguhúsinum meira enn 100.000 krónur um árið í oljuútreiðslum.

Mett verður eisini, at hetta kemur at svara til eina minking í eini 28 tonsum av CO² útláti árliga frá Leguhúsinum, sum brúkar eini 50.000 litrar av olju um árið.

Gomlu rútarnir, ið eru frá tá Leguhúsið varð bygt, eru ein stórur orkuslúkur í Leguhúsinum í dag. Við at skifta verður bjálvingin munandi betur og harvið orkunýtslan minkað nógv. Metta sparingin er ein konservativ meting, tí her er hædd ikki tikin fyri teimum mongu rútunum, sum eru punkteraðir umframt at bjálvingin rundan um vindeyguni er vánalig.

Samlaði kostnaðurin fyri arbeiðið liggur um eina millión krónur. Hetta umfatar eisini stóru glas-fasaduna í matarsalinum, har tað nú verða færri sprossar og munandi betur útsýni oman ímóti spæliplássinum og hylinum.

Einstaklingar ella fyritøkur, ið vilja vera við til at stuðla hesum, kunnu flyta eina gávu á konto 9181-120.251.2 og viðmerkja ‘stuðul til vindeygu’.

Hetta er eitt av fleiri ætlaðum átøkum fyri orkusparingar í Leguhúsinum. Ein orkubólkur við serfrøðingum gjørdi í vár eitt drúgt kanningararbeiði – sjálvboðið – við ítøkiligum tilmælum til at minka um orkunýtsluna og somuleiðis at minka um CO2 útlátið í Leguhúsinum í Nesvík.

Arbeiðið við at taka gomlu rútarnar úr byrjaði tíðliga í morgun, og áðrenn klokkan 09 vóru longu tríggir rútar tiknir úr. Arbeiðið at skifta allar rútarnar væntast taka um fimm-seks vikur, um veðrið loyvir tí.

Les eisini...  Traktorar avbyrgja vegir í Týsklandi