Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Slovan Bratislava – eitt lið í kreppu

Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá Slovan Bratislava seinastu tíðina, tí skal dysturin móti KÍ verða startskotið hjá Slovan at koma í gongd hetta kappingarárið

– Hóast Slovan Bratislava fyri tveimum vikum síðan vann 3-2 heima móti Podbrezova í landskappingini, so róptu Slovan-viðhaldsfólk ókvæmisorð eftir sínum spælarum og leiðsluni í felagnum. Miðskeiðis í dystinum varð ein bannari rullaður fram, har tað stóð: ‘What is rotten in the state of Slovan? Zero concept, no vision, Who will take responsibility?” Seinasta sunnudag tapti Slovan 3-1 fyri Dunajská Streda í deidini, og tá rýmdu øll Slovan-viðhaldsfólkini, tá tað restaði 20 minuttir av dystinum.

Tað sigur ítróttarredaktørurin fyri Sport.sk, Erik Farkaš, í samrøðu við FM1.

Hann vísir á, at byrjanin upp á hetta kappingarárið – bæði í landskappingini og úti í Evropa – als ikki hevur livað upp til tær forvæntningar, sum altíð verða settar til besta liðið í Slovakia, Slovan Bratislava.

Tað var serliga eftir dystin móti Aris Limassol fyri trimum vikum síðan, at bikarið hjá viðhaldsfólkunum hjá Slovan Bratislava fleyt yvir.

– Venjarin, Vladimir Weiss Sr., hevur ofta skift næstan eitt heilt lið út, tá spælt hevur verið í deildini – í mun til evropeisku dystirnar, og tað hevur víst, at breiddin á liðnum er als ikki góð nokk. Tað virkar sum um, at liðið spælir ókonsentrerað móti smærri liðum í deildini, enn til teir stóru evropeisku dystirnar, sigur Erik Farkaš.

Hann sigur, at tað verður roknað við, at Slovan Bratislava vinnur meistaraheitini í Slovakia á hvørjum ári, og tí verða avrikini í Evropa heldur brúkt sum eitt barometur, um liðið hevur gjørt tað gott nokk í einum kappingarári ella ikki.

– Hetta er triðja árið á rað, at Slovan “bara” spælir í Conference League, og tað er als ikki gott nokk fyri eitt felag sum Slovan Bratislava. Tí halda viðhaldsfólkini, at felagið ikki mennir seg nóg mikið í løtuni, men tað er einki at siga til, tá eigarin, Ivan Kmotrik Sr., í fjør heyst koyrdi ítróttarstjóran og allar fótbóltsskótarnar til hús.

Les eisini...  Jakob Ellemann-Jensen liðugur sum verjumálaráðharri

– Liðið spældi í fjør heyst javnleik heima móti Zalgiris og tapti síðan á útivølli fyri Pyunik Yerevan í Armenia, og tá væntaðu øll, at venjarin fór at verða koyrdur, men eigarin, sum er góður vinur við venjaran, koyrdi heldur allar fótbóltsskótarnar og ítróttarstjóran, Richard Trutz, til hús. Síðan valdi sonur eigaran, Ivan Kmotrik Jr. sjálvur at fara úr sínum starvi sum forstjóri í felagnum, men hann er so komin afturíaftur, sigur redaktørurin fyri Sport.sk við FM1.

Trupulleikar móti smærri liðum
Erik Farkaš greiðir frá, at slovakisku meistararnir hava havt tað trupult móti nøkrum av teimum smærri liðunum í deildini í ár.

– Liðið hevur havt trupult við at skapa dystin, tá hini liðini hava ligið djúpt og vart væl fyri, og eg veit, at KÍ hevur spælt júst soleiðis úti í Evropa í summar. Um Slovan ikki byrjar við høgari leikferð móti KÍ, so síggi eg fyri mær, at liðið kann fáa trupulleikar, men forstjórin, sum er sonur eigarin, hevur verið úti og heitt á síni viðhaldsfólk, um at nú mugu øll standa saman um liðið, og tí skal dysturin móti KÍ verða startskotið hjá Slovan at koma í gongd hetta kappingarárið, sigur ítróttarredaktørurin.

Mugu koma víðari
Hóast venjarin, Vladimir Weiss, hevur verið varin í tíðindafundum, um møguleikarnar hjá Slovan at koma víðari úr bólkaspælinum, so heldur Erik Farkaš, at hann allarhelst hevur fingið sum treyt, skal hann framhaldandi vera venjari hjá Slovan Bratislava, at liðið kemur víðari úr bólkaspælinum, har liðið er í bólki saman við Lille, Ljubljana og KÍ.

Les eisini...  Premier League sending nr. 1

– Venjarin hevur roynt at tikið trýstið av sínum spælarum við at siga, at Lille er greiður favorittur at koma víðari úr bólkaspælinum, og so hevur hann sagt, at øll hini liðini fara at stríðast fyri at náa annað plássið í bólkinum, men Slovan má koma víðari úr bólkaspælinum, tí fíggjarstøðan hjá felagnum er eisini tengd at, hvussu felagið klárar seg í Evropa, og tí má Slovan koma víðari úr bólkaspælinum, greiðir ítróttarredaktørurin frá.

Erik Farkaš er spentur til dystin í kvøld. Hann hevur fylgt við KÍ í summar, eftir at KÍ sló Ferencvaros út í fyrsta umfari av Champions League-undankappingini – og eisini tí, at KÍ og Slovan hava eina serliga felagssøgu saman.

– Hetta er ein góður og javnur bólkur. Hetta verður eitt spennandi bólkaspæl, sigur ítróttarredaktørurin fyri Sport.sk.

Dysturin millum Slovan Bratislava og KÍ byrjar klokkan 20 í kvøld.

Eingin føroyskur miðil fer at hava frásøgn ella vísa frá dystinum, men dysturin kann millum annað síggjast á TV2 Play, men til tað krevst eitt hald.

Les eisini: