Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

U16-landsliðið í Spania: Hørð mótstøða í nógvum hita

Hóast talan gjørdist um tvey tap í Pinatar Cup 2023, so er venjarin nøgdur við avrikið hjá okkara spælarunum, ið fingu seg royndar móti sterkari mótstøðu í nógvum hita

Síðstu dagarnar hevur U16-landsliðið við dreingjum tikið lut í Pinatar Cup 2023, sum hevur verið í Alicante í Spania. Talan var um eina fýralandakapping, ið varð skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani finalan og dysturin um 3. plássið. Luttakandi londini vóru Føroyar, Skotland, Pólland og Sveis.

Í fyrra dystinum møttu Føroyar Skotlandi, og tá avtornaði vunnu skotar 2-1. Tað stóð annars leingi á jøvnum 1-1, men tveir minuttir fyri leiklok avgjørdu skotar dystin til egnan fyrimun. Føroyski málskjúttin var Rasmus Helgason.

– Ímóti Skotlandi lata vit ov nógv initiativ til teir. Vit tora ikki nóg væl, serliga í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin koma vit nógv betri við, og við eitt sindur av hepni vunnu vit dystin, sigur venjarin, Fróði Benjaminsen við heimasíðuna hjá FSF.

Í dystinum um 3. plássið møttu okkara dreingir Póllandi, sum í sínari hálvfinalu taptu fyri Sveis. Póllendingarnar høvdu munin, og vunnu 4-1, eftir 2-0 leiðslu í steðginum. Rani Johannesen skoraði málið fyri Føroyar, tá hann stutt eftir hvíldina minkaði um munin til 2-1.

– Dysturin móti Póllandi var ein harðari dystur, har vit møttu einum duel- og tekniskt sterkum liðið. Vit vóru heldur ikki ordiliga vaknaðir frá byrjan, og tað kostaði eisini tvey mál fyrstu løtuna. Men sum fráleið arbeiddu vit okkum inn í dystin, og fingu eisini minka um munin.

– Samanumtikið hevur hetta verið ein góð kapping, sum eisini er góð fyrireiking til 2024, tá hesum árgangurin skal luttaka í fleiri landsliðsuppgávum á U17, sigur Fróði Benjaminsen.

Sveis vann Pinatar Cup 2023 fyri U16-landslið við dreingjum. Í finaluni vunnu sveisar 4-1 á Skotlandi.

Les eisini...  Kvinnulandsliðspakkin til sølu
U16_Dreingir_Foroyar-Polland_1-4_22-09-2023-24

U16_Dreingir_Foroyar-Polland_1-4_22-09-2023-23

U16_Dreingir_Foroyar-Polland_1-4_22-09-2023-22

U16_Dreingir_Foroyar-Polland_1-4_22-09-2023-21

U16_Dreingir_Foroyar-Polland_1-4_22-09-2023-20

Myndir: Ingi Arge/fsf.fo

Kelda: Hans Erik Danielsen