Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Roykur úr trolara á Skála

Seint fyrrapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at fólk sóu royk koma úr einum trolara, sum liggur við bryggju á skipasmiðjuni Mest á Skála

Øll tilbúgvingin varð sett í verk, og sløkkiliðið á Skála var skjótt á staðnum.

Staðfestast kundi skjótt, at talan var um ein lítlan eld, ið gav nógvan royk.

Arbeiðsfólk hjá Mest høvdu arbeitt umborð á grønlendska trolaranum Tasiilaq, sum hevur ligið á Skála í gott og væl tvær vikur, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiði hevur verið gjørt, og har var eldur komin í ein leidning, har nógvur roykur stóðst frá.

Eldurin varð sløktur eftir lítlari løtu, og so bleiv frágreiðing skrivað um hendingina.

– Men vit taka altíð tílíkar fráboðanir í størsta álvara, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Grønlendski trolarin Tasiilaq er gamli Christian í Grótinum.

Tað var á sumri í 2020, at eitt grønlendskt felag keypti verksmiðjutrolaran Christian í Grótinum fyri knappar 124 milliónir krónur, og skipið fekk tá navnið Tasiilaq.

Skipið er bygt í 2003, og var heimahoyrandi í Klaksvík frá 2013 til 2020. Tasiilaq er 84 metrar langt og 15 metur breitt.