Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Etiska ráðið í Danmark vil hækka markið fyri fosturtøku

Tað skal bera til at fáa framt fosturtøku upp til 18 viku, heldur ein meiriluti í etiska ráðnum í Danmark

Ein meiriluti í etiska ráðnum í Danmark mælir nú til, at markið fyri fosturtøku skal hækkast. Harumframt mælir etiska ráðið til, at 15-17 ára gamlar gentur skulu kunna fáa framt fosturtøku, uttan samtykki frá foreldrum teirra.

Markið fyri at fáa framt fosturtøku í Danmark er í dag 12 vikur, men níggju av teimum 17 limunum í etiska ráðnum halda, at hetta markið skal vera 18 vikur ístaðin.

Fýra limir meta, at rætta markið er 15 vikur, meðan seinastu fýra limirnir halda, at best at halda verandi mark, sum er 12 vikur.

Leif Vestergaard, sum er formaður í etiska ráðnum, sigur við DR, at hesaferð hevur stórur dentur verðið lagdur á rættindini hjá kvinnunum, og samstundis hevur minni virði verðið lagt í fostrið tíðliga í graviditetinum.

Hóast etiska ráðið ikki er einmælt samt um at hækka markið fyri fosturtøku, eru allir limirnir kortini samdir um, at tær 15-17 ára gomlu skulu kunna fáa framt fosturtøku uttan at neyðugt verður við samtykki frá foreldrum teirra.

Sostatt hevur etiska ráðið somu støðu sum anska stjórnin, sum hevur gjørt greitt, at ætlanin er at broyta lógina, soleiðis at 15-17 ára gamlar gentur ikki longur skulu hava samtykki frá foreldrum fyri at fáa fosturtøku.