Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Margretha er nýggjur deildarleiðari á fólkalívsdeildini

Margretha Nónklett hevur røkt eitt tíðaravmarkað starv sum savnsvørður á deildini seinasta árið

Margretha Nónklett er sett í starv sum deildarleiðari á fólkalívsdeildini hjá Tjóðsavninum. Margretha er útbúgvin fólkalívsfrøðingur frá Lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Margretha hevur røkt eitt tíðaravmarkað starv sum savnsvørður á deildini seinasta árið og hevur áðrenn hetta starvast sum býarsavnsvørður á Tórshavnar býarsavni. Eisini hevur hon drúgvar royndir úr landsfyrisitingini.

– Ynskt verður Margrethu tillukku og vælkomnari í fast starv á Tjóðsavninum, skrivar savnið á heimasíðu sínari.

Hon tekur við starvinum tann 1. oktober 2023.