Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýtt slag av snultisoppi funnið í Føroyum

Nýggja slagið av soppi varð funnið á árliga ruddingardegnum á Velbastað um vikuskiftið

Ein av soppunum í sjónvarpseriuni “The Last of Us” er nú staðfestur í Føroyum.

Snultisoppaslagið Ophiocordyceps gracilis er nýtt soppaslag í Føroyum.

Nýggja slagið av soppi varð funnið á árliga ruddingardegnum á Velbastað um vikuskiftið.

Plantufrøðingurin á Tjóðsavninum, Kolbrún í Haraldsstovu, sum býr í bygdini, gekk og tók rusk upp framvið vegnum og hevði sjálvandi eyguni eftir tí sum vaks rundanum. Á bønum beint omanfyri vegin kom soppaslagið upp í mosalendinum, umleið tríggjar sentimetrar til longdar.

Í samstarvið við Thomas Holm Carlsen, lívfrøðing frá norska stovninum NIBIO varð staðfest, at talan er um eitt slag av soppi, sum ikki er staðfest í Føroyum áður.

Ophiocordyceps gracilis er í familju við somu soppasløgini sum hava givið íblástur til væl umtóktu sjónvarpsrøðina ” The last of us”. Ein røð sum er um sombifiseraði menniskju, feingin av soppi. Tó snultar hetta soppaslagið bert ormveruna hjá náttfirvaldi, og er skrásett ymsastaðni í Skandinavia.

Lítil vitan er um útbreiðslu og lívfrøðina hjá hesum soppaslagi.

Kelda: Kolbrún í Haraldstovu/Tjóðsavnið