Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Odmar: FM er ikki heima enn

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Rúna á Reynatrøð siga frá báðum málunum KÍ skoraði móti EB/Streymi í 2-0 sigrinum í Hólmanum á Eiði. Hoyr eisini samrøðurnar Rúni gjørdi við fyrra málskjúttan hjá KÍ, Odmar Færø og við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Sigfríð S. Clementsen. Odmar fegnast um sigurin, og hóast KÍ er níggju stig frammanfyri B36 og kann tryggja sær FM-gullið komandi sunnudag á heimavølli móti ÍF, ið hevur fimm leikbann, so hevur Odmar bæði beinini plantaði á jørðini og staðfestir, at FM er ikki heima enn. Sigfríður viðgongur, at EB/Streymur stillaði upp ógvuliga verjukent í dag vegna skaðar og leikbann. Hjá EB/Streymi ráddi tað um ikki at fáa málmunin í mun til liðini sum liggja aftast oyðilagdan, og tað eydnaðist so við einum 0-2 tapi.

Myndir: Rúni á Reynatrøð