Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bert tríggjar umsóknir til tíðindaleiðarastarvið í Kringvarpinum

Kann vera, at tað verður søkt av nýggjum

Nú freistin er úti til at søkja starvið sum nýggjur deildarleiðari fyri Aktuelt í Kringvarpi Føroya, so er greitt, at bert tríggjar umsóknir eru komnar inn.

– Enn er ikki greitt, nær nýggi tíðindaleiðarin verður settur, men ætlanin er at seta starvið so skjótt til ber. Men tað kann eisini koma upp á tal, at vit søkja av nýggjum, sigur Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum, hoyrdu vit í tíðindunum á døgurða.

Starvið varð lýst leyst fyri einum góðum mánaði síðan, og innkomnu umsóknirnar verða viðgjørdar í aðru viku – ella støða verður tikin, hvørt starvið skal lýsast leyst av nýggjum ella ikki.

Georg L. Petersen, sum segði seg úr starvi sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum, er virkandi tíðindaleiðari, til nýggjur leiðari verður settur.