Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Michael Gambon er farin

Leikarin, sum seinastu árini var kendur fyri at spæla Dumbledore, er deyður

Bretski leikarin, Sir Michael Gambon, er deyður, 82-ára gamal.

Kona hansara hevur sambært BBC boðað frá, at Gambon andaðist av lungnabruna.

Gambon var royndur leikari á palli, sjónvarpi og í filmsídnaðinum, og hóast hann hevði eina langa og glæsiliga lívsleið sum sjónleikari, var tað seinnu árini kanska serliga leikluturin sum Albus Dumbledore frá Harry Potter filmunum, ið hann varð kendur fyri.

Michael Gambon, sum varð føddur í Dublin í Írlandi í 1940, varð í 1998 sligin til riddara av bretska ríkinum fyri sítt íkast til leiklistina.