Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgreglan kannaði ferð við arbeiðsbili – ein misti koyrikortið treytað

– Hetta hendir eina ferð út av 200 ferðum, at vit gera ferðsluátøk við øðrum bilum enn løgreglubilum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini

Í gjár vóru nógvar viðmerkingar at lesa á Facebook um mátan, sum Føroya Politi brúkti í gjár at máta ferð, millum annað á Kambsdali, men tað var ein meining við hasari ætlanini at brúka annan bil enn løgreglubil at máta ferð, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

– Hetta hendir eina ferð út av 200 ferðum, at vit brúka aðrar bilar, enn teir hjá løgregluni. Hetta verður gjørt, tí so fáa vit fatur á ferðslusyndarum, sum vit annars ikki høvdu fingið fatur á, greiðir vaktleiðarin frá.

Vaktleiðarin greiðir víðari frá, at til tær vanligu ferðamátingarnar, verður hetta gjørt við løgreglubili, sum oftast stendur sjónliga fyri, so fólk eisini eru tilvitaði um, at løgreglan er úti, tí tað hevur fyribyrgjandi ávirkan á, hvussu skjótt bilførarar koyra.

Misti koyrikortið treytað
Í gjár varð so løgreglan á Kambsdali við øðrum bili enn politibili og tók ferðamátingar har. Á Kambsdali varð ein bilførari tikin við at koyra 130 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman.

Hetta hevur við sær, at bilførarin missir koyrikortið treytað, og má tí taka koyrikortið av nýggjum. Ger hann ikki tað, so missir hann tað heilt.

Eisini bleiv ferðslan kannað við Gøtugjógv, og har varð eisini ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt, 72 kilometrar um tíman, sum viðkomandi fær bóti fyri.

Harumframt vórðu aðrar bøtur skrivaðar fyri handhildna fartelefon, vantandi brúk av trygdarbelti og so koyrdu nakrir bilar við brostnum perum.