Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sjúkrarøktarfrøðingar lýsa við arbeiðssteðgi

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur sent soljóðandi skriv til Fíggjarmálaráðið

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur í dag hitst, saman við Fíggjarmálaráðnum, hjá Semingsstovninum. Niðurstøðan á fundinum var, at semingsroyndin bar ikki á mál.

Tí hevur felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sent soljóðandi skriv til Fíggjarmálaráðið:

“Vísandi til avtalu frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boðað frá arbeiðssteðgi fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar, deildarleiðarar/funktiónsleiðarar og varaleiðarar/toymisleiðarar frá mánadegi 2. oktober 2023 klokkan 08, ið arbeiða á niðanfyri standandi deildum:

Landssjúkrahúsið

  • A2
  • A3
  • B5
  • B6
  • B7
  • B8
  • G1
  • G4
  • P40/PI
  • P40/PA

Klaksvíkar Sjúkrahús:

  • KS-3 seingjardeildin

Suðuroyar Sjúkrahús:

  • Seingjardeildin”