Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mýrilendið hjá Shrek til leigu á Airbnb

Eitt frítíðarstað, sum verður lýst sum “runudíki fylt við mosa og mýrilendi við gruggutum vatni er ikki akkurát tað ein leitar eftir tá ferian skal leggjast til rættis.

Hetta nýggja Airbnb staðið í Skotska Hálandinum bjóðar hetta til sínar gestir. Hetta tí at eigarin hevur gjørt eitt satt kopi av mýrilendinum hjá Shrek (Shrek’s Swamp).

Mýrilendi hjá Shrek liggur í Ardverikie Góðsinum, eini embætishús frá 19. Øld, einar 90 km frá Inverness.

Tað eru tó ikki øll, sum sleppa at gista her, tí í eini serligari marknaðarføring á Airbnb eru gestir, sum ynskja at gista her, bodnir at skráseta seg og verður tað bert ein bólkur á 3 fólk, sum sleppur at gista har í døgunum 27-29. Oktober. Tey vitjandi mugu sjálvi finna vegin til og frá húsinum hjá Shrek, men sjálv gistingin er ókeypis, har eigarirnir heita á fólk at geva eina gávu til HopSchotch Children’s Charity, ein felagsskapur, sum skipar fyri ferðum hjá viðbreknum og illa støddum børnum.

Meira kann lesast her:

https://edition.cnn.com/travel/article/shrek-swamp-rental-airbnb/index.html