Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrstu landsdystirnir hjá kvinnum í 1986

Tær slóðaðu fyri og bóru tyngstu byrðuna.

HB-kvinnur slóða fyri

Í september 1972 heita HB-kvinnur í lesarabrævi í Dimmalætting á feløgini um at taka stig til at skipa fyri fótbóltskappingum fyri kvinnur. Í september 1973 spæla KÍ og HB gentur so ímóti hvør øðrum. Í Klaksvík vinna KÍ genturnar 8-0 og í Havn vinnur KÍ 6-1. Sigrid Andreasen, sum mundi vera ein av undangongukvinnunum fyri kvinnufótbólti, skoraði 5 mál henda dagin í Havn.

Sigrid Andreasen gekk undan

Í januar 1974 varð skipað fyri innandurakapping í høllini á Hálsi í Havn. Fimtan lið úr HB, KÍ, og B36 vóru við, bæði eldri og yngri. Á sigrandi KÍ-liðnum leiktu hesar: Sigrid Andreasen, Súsanna Michaelsen, Jacobina Joensen og Sigrid Johannesen. Besti málskjútti í kappingini var Sigrid Andreasen, sum skoraði 18 mál. Næst henni kom Jacobina Joensen við 10 málum og nr. 3 var Sigrid Johannesen við 6 seks málum. Besta leikkvinnan var Sigrid Andreasen, sum vissuliga sýndi góðan leik.

Kvinnur á dreingjalandsliðnum

Fyrstu ferð, at føroyskar kvinnur spældu ímóti íslendskum kvinnum var í 1983. Tað íslendska kvinnulandsliðið í fótbólti var í Føroyum og leikti ímóti føroyska dreingjalandsliðnum. Tríggjar kvinnur, Sigrid Andreasen (KÍ), Hildur Rasmussen (B36) og Bjørg Joensen (HB) leiktu á føroyska dreingjalandsliðnum. Hetta fekk glið á føroyskan kvinnufótbólt og føroyskar gentur og kvinnur tóku dik á seg.

Landskapping fyri kvinnur í 1985
Í 1984 verður skipað fyri einari royndarlandskapping og árið eftir spæla kvinnurnar fyrstu almennu landskappingina (B36 vann báðar nevndu kappingar) og longu árið eftir spæla tær fyrstu landsdystirnar í Íslandi. 

Landsdystirnir í Íslandi

Í brævi dagfest 14. mai 1986 fingu 22 kvinnur landsliðsboð frá FSF. Venjararnir báðir, danin Lasse Christensen og Ingemar Guttesen, skuldu síðani úttaka tær 16 kvinnurnar 29. mai. Tær skuldi umboða Føroyar í tveimum dystum í Íslandi í døgunum 24.-28. juni. Umframt venjararnir og leikararnir, var eisini kappingarstjórin fyri kvinnufótbólt, Malan Mohr, ferðaleiðari á Íslandsferðini.

Les eisini...  Blue Lagoon stongd til 30. November

Fyrsta av 8 venjingum skuldi vera í Gøtu leygarmorgunin 17. mai kl. 11 og eftir triðju venjingina varð hópurin úttikin. Leikararnir fingu eina ferðaskrá, sum fór í smálutir og fingu eisini eina skrá, sum tær sjálvar skuldu venja eftir. Undan ferðini vandu tær sostatt saman einaferð um vikuna.

Tær úttiknu vóru: Simona Gregersen, Óluffa Joensen og Maria Olsen (allar úr GÍ), Randi Larsen, Gunnvá Larsen og Durita Djurhuus (allar úr ÍF), Malan Klakkstein og Hasla Johannesen (báðar úr KÍ), Eiley Hansen (SÍF), Alis Ejdesgaard (EB), Sólvá Eystberg og Bjørg Joensen (báðar úr HB), Marjun Christiansen, Marjun Thomsen, Hildur Rasmussen og Inga Joensen (allar úr B36).

Undan dystinum var greitt, at íslendsku kvinnufótbóltur hevði 15 ár á baki, meðan tær føroysku einans høvdu spælt skipaðan fótbólt í hálvtriðja ár. Manglandi royndirnar komu eisini til sjóndar í fyrsta dystinum, har Føroyar tapti 6-0 25. juni í Kópavági, men longu annan dystin 27. juni gekk væl betri, tí tá taptu tær bert 2-0 í Akranesi.

Liðskipari var Marjun Christiansen og báðir málverjarnir, Marjun Thomsen og Randi Larsen, stóðu væl. Í íslendsku bløðunum fekk Hildur Rasmussen rós, meðan føroysku kvinnurnar sjálvar valdu Sólvu Eystberg til besta leikara.

Eitt áratíggju gekk

Nærum 10 ár gingu, áðrenn føroysku kvinnurnar aftur sluppu at royna seg í landsliðsfótbólti, hóast ætlanir lógu frammi í 1988 somuleiðis í Íslandi.