Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landsliðsúttøkur mánadagin

Mánadagin 2. oktober klokkan 10 verður skipað fyri tíðindafundi í FSF húsinum, í samband við úttøkur av U21-landsliðnum og A-landsliðnum við monnum, sum skulu í eldin aftur um smáar tvær vikur

Hálvan oktober er EM-fótbóltur aftur á skránni. Manslandsliðið skal møta Póllandi og Kekkia, meðan U21-landsliðið skal dystast við Andorra.

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 2. oktober klokkan 10.

Á tíðindafundinum fara venjararnir báðir, Håkan Ericson og Eyðun Klakstein at kunngera hóparnar til komandi landsliðsuppgávur.

Hósdagin 12. oktober tekur A-landsliðið við monnum ímóti Póllandi á Tórsvølli, meðan seinni dysturin í hesum umfarinum verður sunnudagin 15. oktober, tá Kekkia og Føroyar møtast á Doosan Arena í Plzen.

Týsdagin 17. oktober eru tað Eyðun Klakstein og hansara dreingir, ið skulu møta Andorra á útivølli.

Atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Pólland, sum verður á Tórsvølli hósdagin 12. oktober klokkan 19:45, fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Higartil hevur sølan av atgongumerkjum gingið hampuliga væl, og í løtuni eru umleið 2.400 atgongumerkjum seld.

FM1 sendir frá úttøkuni.