Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

KJ bygt enn eina tvíkilju til kunda í Íslandi

KJ gjørdist ein viðspælari í íslensku sjó- og alivinnuni um aldarskiftið, tá fyritøkan byrjaði at selja skipaútgerð og eykalutir annars, í landinum. Umframt sølu, hevur KJ eisini síðani aldarskiftið framt viðlíkahald og umvælingar fyri íslensk skip alla hesa tíðina.

Ági, nýggja tvíkiljan, sum KJ hevur bygt til Arnalax í Íslandi, varð ígjár lyft um kaikantin í Runavík, og umborð á farmaskipið Hvítanes, sum stevndi út av Skálafjørðinum og setti kós ímóti Þorlákshöfn.

Haðani verður hon sigld um Reykjanes, tvørturum Faxaflói og Breiðafjørð, og til Patreksfjørð, har tvíkiljan skal í vinnu og fær heimstað.


Tvíkiljan Ági er nýbygningur nummar 62 hjá KJ, og hon er 15 metrar long og 8,5 metrar breið.
Av maskinútgerð er hon m.a. útgjørd við tveimum John Deere motorum, har hvør motorur hevur 500 hestakreftir, bógskrúvu og ein Himoinsa 115 KVA generator.
Á dekkinum er ein 65 tonsmetur Palfinger krani, sum, saman við aðrari hydrauliskari útgerð, tryggjar góðar arbeiðsumstøður fyri manningina.

Ólavur Asafson Olsen, stjóri í KJ, sigur, at tvíkiljan til Arnalax er eitt umráðandi stig á leiðini hjá KJ tá tað viðvíkur sølu uttanlands.

“Vit hava fyri stuttari tíð síðani veitt eina tvíkilju til Háafelli í Íslandi, og nú veita vit enn eina tvíkilju til íslendsku alivinnuna – hesaferð til Arnalax. Tvíkiljan, sum verður veitt til Arnalax, er tann sætta í røðini, sum vit hava veitt til Íslendsku alivinnuna. Vit eru til reiðar – og eru longu – ein tryggur og dygdargóður veitari til alivinnuna í Íslandi”, sigur Ólavur.

Íslendska alivinnan er í stórari menning og KJ veitir í løtuni útgerð og installatión til tvær smoltstøðir í Íslandi. Tann eina verður bygd fyri Samherja í Kópaskeri á Norðurlandinum, og tann seinna verður bygd fyri Háafell í Nauteyri á Vestfirðunum. KJ hevur í løtuni 15 starvsfólk knýtt at verkætlanunum í Íslandi.

Les eisini...  Fyrstu ferð móti Albania