Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gerið eina bjargingarætlan fyri Kringvarpið alt fyri eitt!

Meginparturin av starvsfólkunum á stovninum eru limir í Starvsfelagnum og sáttmálaøkið er okkara. Tí raka hesar sparingar okkara limir sera hart. Vit fara næstu 13 dagarnar at gera viðmerkingar til broyttu setanarviðurskifti saman við teimum, sum eru limir í Starvsfelagnum.

So var Kringvarpið aftur úti við ætlanarskrivum um uppsagnir og fráboðanum um niðursetan av arbeiðstíð hjá starvsfólkum í føstum starvi, umframt fráboðanum um uppathald av avtalum við fríyrkisfólk. Uppsagnir, ið svara til 11 ársverk.

Meginparturin av starvsfólkunum á stovninum eru limir í Starvsfelagnum og sáttmálaøkið er okkara. Tí raka hesar sparingar okkara limir sera hart. Vit fara næstu 13 dagarnar at gera viðmerkingar til broyttu setanarviðurskifti saman við teimum, sum eru limir í Starvsfelagnum.

Nú vóni eg, at politiska skipanin, bæði tann lóggevandi og tann útinnandi, ressast á, og koma við eini bjargingarætlan fyri Kringvarpið, júst á sama hátt, sum tey hava gjørt fyri eina privata milliarda fyritøku. Politiska skipanin hevur ábyrgdina av øllum almennum stovnum og skal tí tryggja teirra tilverugrundarlag.

Talufrælsi og demokrati ganga hond í hond, og Kringvarpið er tann týdningarmiklasti stovnurin at tryggja okkum demokrati og talufrælsi. Kringvarpið er vakthundurin, sum vit øll skulu verja og hjúkla um, um vit framhaldandi skulu varðveita demokratisku skipan okkara, sum vit eru so glað fyri.

Kringvarpið skal ikki niðurlagast. Kringvarpið skal viðlíkahaldast og mennast, so hvørt sum samfelagið mennist. Stovnurin hevur ótrúliga dugnalig starvsfólk, sum dagliga framleiða viðkomandi og týdningarmikið tilfar, sum allir føroyingar kunnu njóta gott av. At skerja virksemi í einum public service stovni, heldur enn at víðka tað, er púra burturvið í einum framkomnum samfelag.

At skerja ein almennan stovn við 11 ársverkum er ikki smávegis, og serliga ikki, tá hetta svarar til gott 10% av samlaðu ársverkunum fyri stovnin.

Skerjingin av arbeiðsorkuni í Kringvarpinum harmar okkum almikið og vit átala harðliga myndugleikarnar, at Kringvarpið ikki fær neyðugu fíggjarligu orkuna, so tað kann virka, júst sum ein public service stovnur skal virka.

Les eisini...  Nú verður Gekkurin aftur fríggjakvøld

Um ein prístalsjavning á 2% árliga var komin í gildi í 2016, tá vit fingu verandi hátt at gjalda Kringvarpsgjald, hevði hetta í dag givið Kringvarpinum samanlagt 7,5 milliónir krónur eyka síðani 2016. Hetta er nærum tað, sum skal til, fyri at Kringvarpið skal svara hvørjum sínum í 2024.

Tað eru ikki meira enn tvey ár síðani seinastu uppsagnarrundu. Hvørki starvsfólkini ella vit sum fakfelag kunnu liva undir slíkum ótryggum setanarviðurskiftum.

Mín áheitan á politisku skipanina er tí; gerið eina bjargingarætlan fyri Kringvarpið alt fyri eitt! Tit hava 13 dagar at gera ætlanina klára og tað klára tit akkurát sum einki, um bara viljin er til staðar. Í seinasta lagi um 13 dagar skulu ætlanarskrivini svarast og eftir tað vendst ikki aftur.

Politisku flokkarnir, tvørtur um samgongu og andstøðu, vóru so rørandi samdir um eina bjargingarætlan til privatar fyritøkur, sum frammanundan hava milliarda yvirskot, so nú er at smíða, ímeðan jarnið er heitt, og koma við eini varandi loysn fyri Kringvarp Føroya.

Við øllum góðynskjum bæði til starvsfólk og Kringvarp Føroya

Súni Selfoss, formaður
Starvsfelagið

Súni Selfoss, formaður Starvsfelagið