Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvey álvarsom ferðsluóhapp í gjár

Annað ferðsluóhappið var í Vágatunlinum, meðan hitt óhappið hendi millum rundkoyringina og Effostøðina í Kollafjarðadali. Tyrla var eisini eftir kvinnu í Kalsoynni, sum var dottin

Í gjárkvøldið hendu tvey álvarslig ferðsluóhapp. Í Vágatunlinum hendi eitt soloóhapp, tá ein bilur rendi inn í veggin á tunlinum.

Vaktleiðarin sigur, at bilførarin var við vit, men var eitt sindur í ørviti eftir hendingina. Bilførarin varð sendur á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar, og vaktleiðarin visti ikki í morgun, hvussu støðan var við bilføraranum.

Løtu seinni fekk løgreglan boð um, at ein politimotorsúkkla lá koppað á landsvegnum í Kollafjarðadali – hetta var á strekkinum millum rundkoyringina og Effostøðina. Hildið verður, at motorsúkklan hevur rent á ein seyð, tí ein seyður var mestsum farin í tvey, sum lá har nærhendis.

Førarin á motorsúkkluni varð illa meiðslaður, men var við vit, tá hann bleiv fluttur á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar. Í morgun visti vaktleiðarin ikki, hvussu støðan var hjá viðkomandi.

Kvinna datt í fjøllunum
Í gjár fekk løgreglan eisini boð um, at ein kvinna var dottin í fjøllunum í Kalsoynni, tá hon hevði gingið út á Kallin.

Sjúkraflutningstænastan fekk boðini um óhappið og tey mettu, at kvinnan hevði antin brotið, ella koykt sær fótin, og tí vórðu boð send eftir tyrluni at flyta hana á sjúkrahús til nærri kanningar. 

Tyrlan kom eftir kvinnuni, sum varð flutt á Landssjúkrahúsið, har hon kom undir læknahond. Tað gekk ein tími at bjarga henni og fáa hana á Landssjúkrahúsið, skrivar heimasíðan hjá Vørn.