Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Soleiðis vann HB seg í steypafinaluna fyri 42. ferð

HB er fyri 42. ferð í søgu felagsins í steypafinaluni. Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Oddbjørn Joensen siga frá teimum trimum málunum, ið vóru skotin í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið HB-07 Vestur 2-1 (1-0), ið gav HB ein samlaðan 3-2 sigur. Hoyr Oddbjørn taka samanum dystin, ið hann metir vera ein uppibornan HB-sigur. Hoyr samrøðurnar Rúni gjørdi við ein sera nøgdan og fegnan HB-venjara, Jákup Martin Joensen og við Dánjal Paula Lervig hjá 07 Vestur, ið staðfestir, at tað var ein strika í rokningini, at HB kom so tíðliga á odda í dystinum.

Myndir: Rúni á Reynatrøð og Trygvi Absalonsen