Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Neyðtøku á ólavsøku: Eitt ár og tríggjar mánaða fongsulsrevsing

Var funnin sekur í juli, og hevur í dag fingið dóm í Føroya rætti

Ein 18-ára gamal maður hevur í dag fingið dómin fyri eitt neyðtøkumál á ólavsøku í 2021, sum hann varð funnin sekur í fyrst í juli mánaða.

Orsøkin til, at dómur ikki er sagdur fyrr enn nú er, at persónskanningin frá Kriminalforsorgini ikki var klár í juli, og hendan skal fyriliggja, áðrenn maðurin kundi dømast.

Dómurin er eitt ár og tríggjar mánaða fongsulsrevsing – har av tríggir mánaðir eru treytaleysir – við einari royndartíð upp á tvey ár undir eftirliti av Kriminalforsorgini.

Ákæruvaldið kravdi annars eitt ár og tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

Maðurin skal eisini gera ólønta samfelagstænastu í 200 tímar.

Dømdi maðurin skal eisini rinda kvinnuni 50.000 krónur í endurgjaldi.

Neyðtók kvinnuna úti
Tað var ólavsøkunátt í 2021, at tann táverandi 16 ½ ára gamli maðurin neyðtók táverandi 15 ára gomlu gentuna analt í miðbýnum í Havn.

Hóast gentan rópti, at ungi maðurin skuldi steðga, so gjørdi hann ikki tað og legði í staðin hondina fyri munnin á henni, so hon ikki fekk rópt.

Sambært ákæruritinum, so royndi gentan eisini at skræða seg leysa, men hetta eydnaðist ikki.

Ákærumyndugleikin og dømdi maðurin hava nú 14 daga umhugsanartíð, hvørt dómurin skal skjótast inn fyri hægri rætt ella ikki.