Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mads Andrias Winther – tá fótbóltsspælið kom til Havnar

Ein kvøða til fótbóltsspælið í Føroyum, Havnar Bóltfelag og stovnara tess á 119 ára føðingardegnum.

Kirkjubømúrurin karmur um fótbóltsspæl

Magnuskirkjan ella Múrurin í Kirkjubø var langt síðani friðaður, tí mundi tað koma dátt við, at kátir ungdómar spældu fótbólt við ”steinhøvdunum”, sum upprunaliga skuldu prýða Kirkjubømúrin. Dimmalætting frá 18. desember 1886 kærdi sína neyð, tí hesi steinhøvdini kundu hvørva í villa vøkstrinum inni í Múrinum, tá tey ungu tóku høvdini niður og lótu tey liggja eftir á grasvøllinum.

TB leingi einasta fótbóltsfelag í Føroyum

Poul Effersøe vann í 1890-91 danska meistaraheitið við Kjøbenhavns Boldklub, sum tá var at rokna sum stríðið um Keypmannahavn, tí bert lið haðani luttóku. Árið eftir var Poul við til at stovna Tveraa Boldklub, sum í meira enn eitt tíggjuáraskeið var einsamalla fótbóltsfelagið í Føroyum. Tað fall Poul Kjelnæs, sum seinni gjørdist bakarameistari á horninum Bringsnagøta/Húsagarður í Havn, í lut at bíleggja fyrsta veruliga fótbóltin til Føroya.

Spældu hvønn sunnudag heima á Sandi

Eftir aldarskiftið 1900 floymdi fótbóltsfepurin norðeftir, har Sandoyggin átti bæði Sands bóltfelag og Skálavíkar bóltfelag, áðrenn fimleikararnir í Havn stovnaðu fótbóltsfelag (Havnar fótbóltfelag) og Fótbóltspresturin, Carl Johansen, legði lunnar undir skipaða fótbóltsspælið í Vágoynni. Sami Carl Johansen í Miðvági, ið hevði ábyrgdina av at skráseta allar dystir hjá Boldklubben Frem frá byrjan av (1887). Tað tykist sostatt at ganga rúm tíð frá tí, at TB varð stovnað í 1892, til fótbóltsspælið fær fastatøkur norðanfjørðs.

Í Dimmalætting frá 11. juni 1904 stendur: “I bygen Sand indtraf sidste søndag det uheld ved fodboldspil, at en af deltagerne brækkede benet. At slige uheld kunne indtræffe under mindre livlige spil end fodbold, hænder jo af og til, så man må håbe, at det indtrufne uheld ikke må virke afskrækkende på bygdens interesserede fodboldspillere således, at de af den grund opgiver fodboldspillet, som de nu í 2 år har drevet med liv og lyst, dem selv til fornøjelse og gavn og andre færinger til efterlignelsesværdigt eksempel.”

Og Tingakrossur 2. Februar 1904 skrivar: “Tværtimod drives en så helt igennem sportslig leg som fodbold med stor interesse og ihærdighed næsten hver søndag og det ikke blot af bygdens grønne ungdom, men også af de ældre eller i hvert fald midaldrende mænd er der et ikke ringe antal, som deltager.”

Á Lützenstrøð í 1903

Fyrsti fótbóltsdystur í Havn var í august 1903. Hann var á Lützenstrøð, og tað var eitt ógvuliga blandað lið, sum royndi seg. Har vóru løgtingsmenn við stórum búki og føroyskum spenniskóm og hálvvaksnir dreingir í klássum, svartaskóm og stuttbuksum. Bólturin var læntur heiman av Sandi.

Les eisini...  HB missir fleiri spælarar

Tá slagið var av, vóru fáir, ið ikki høvdu fingið onkran løst. Brún eygu vóru vorðin blá, og skeinur og skøvur sóust víða hvar. Ringast vóru løgtingsmenninir farnir. So meint hevði “kampurin” tikið teimum, at løgtingið noyddist at halda frí dagin eftir, tí fleiri limir høvdu boðað frá forfalli.

Fótbóltur á fólkafundi í 1904

Meðan ungdómurin í Havn stríddist fyri at fáa lendi til rættiligan fótbóltsvøll, varð um jóansøkumundið 1904 hildin fólkafundur heima á Sandi. Hesin fólkafundur var eisini karmur um fyrstu ítróttastevnu í Føroyum í langa tíð.

Havnar Bóltfelag varð so stovnað um heystið 1904. 27 vóru limirnir á stovnandi fundinum, og teir vórðu beinanvegin býttir sundur í tvey lið, sum skuldu spæla móti hvør øðrum.

Millum teirra var tann 33 ára gamli ógifti sorinskrivarafulltrúin Mads Andrias Winther, sum eggjaði til fótbóltsdystin á Sandi hetta sama summarið, og sum sat í arbeiðsnevndini hjá fimleikafelagnum Fimi.

Menn hava meddað seg fram til, at felagið varð stovnað í oktober, men av tí, at fyrsta síða í gerðabókini ikki hevur verið til leingi, hevur ikki eydnast at fáa prógv fyri sjálvari dagfestingini (dagurin varð funnin í 2004: 4. oktober 1904).

Íbirtari og formaður

Mads Andrias Winther (1871-1923) var heimasandsmaður og birti uppundir at fáa havnarmenn at spæla fótbólt. Mads Andrias, sum heimasandsmenn róptu Andrias og havnarmenn róptu Mads, var fyrsti formaður Havnar Bóltfelags í 1904.

Hann hevði nógv almenn áhugamál. Hann fyrireikaði saman við øðrum fyrsta fólkafund í Føroyum í 1894, og á einum fólkafundi 10 ár seinni eggjaði hann fólki til at spæla fótbólt.

Les eisini...  HB er steypavinnari fyri 29. ferð

Mads Andrias spældi sjálvur og virkaði stundum eisini sum dómari og venjari. Tá HB fylti 20, heiðraði nevndin hann við at lata Kristin í Geil mála ein málning, sum varð latin Tórshavnar Býráð og hongdur í fundarhøllina, har hann hongur enn. Tónaskaldið Petur Alberg, sum gjørdi lagið til tjóðsangin, fagurskrivaði gávubrævið:

Tórshavn, hin 22. decbr. 1924.

Í ár eru tjúgu ár, síðani “Havnar bóltfelag” var íbyrt, og var tað Mads Andreas Winther, ið fekk felagið í lag. Til minnis um henda tilburð og mannin, ið var so hugaður fyri felagnum og kom tí so væl á veg, loyvir “Havnar bóltfelag” sær at geva Havnar býráði, hvørs formaður M. A. Winther var í mong ár, henda málning.

Keldur:

Havnarmenn í Gundadali

hb.fo

Føroysk tíðindabløð