Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

New Praise á Kristfest 2024

Enn ein bólkur kunngjørdur til

Lovsongsbólkurin New Praise á Kristfest 2024

New praise er tónleikabólkur, ið er sprottin úr ungdómsarbeiðinum í Tabor á Toftum. Tak ikki feil av teirra unga aldri, tí tey eru hamrandi dugnalig og teirra aðalmál er at prísa Harranum.

Hevur tú verið til okkurt størri ella minni tiltak hjá Heimamissiónini tey seinastu árini, so hevur tú heilt víst hoyrt onkran í New Praise, tí tey hava mannað ella verið við í mest sum øllum lovsongsbólkum til hesi tiltøk, og hevur New Praise eisini framført sum bólkur á fleiri ungdómstiltøkum.

Tónleikastílurin hjá New Praise er pop gospel lovsongur. Tey spæla nýggjar og eldri sangir bæði á føroyskum og enskum.

Vit gleða okkum at bjóða New Praise á pallin á Kristfest í Nesvík 2024!