Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Smuglaði marijuana til Føroya

Tollvaldið legði hald á 16 gram av marijuana á flogvøllinum, tá eitt ferðafólk kom til Føroya

Í gjár fekk Føroya Politi boð frá tollvaldinum um, at eitt fólk varð tikið við 16 grammum av marijuana uppi á sær á flogvøllinum, tá viðkomandi kom við flogfari til Føroya týskvøldið.

Viðkomandi, sum hevði marijuana uppi á sær, varð ikki handtikin, men løgreglan fer nú at tosa við viðkomandi.

– Vísir tað seg, at viðkomandi hevur onkran dóm hangandi yvir sær, so verður meira gjørt burturúr málinum, men um ikki, so fær viðkomandi helst bara eina bót, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Løgreglan var eisini til staðar til søguliga dystin millum KÍ og Lille í gjárkvøldið, tá fyrsti dysturin í einum evropeiskum bólkaspæli var á føroyskari jørð. Dysturin endaði við javnleiki 0-0, og Føroya Politi hevði einki at gera í samband við sjálvan dystin.

Men eftir dystin fekk løgreglan boð um, at ein viðhaldsmaður lá avdottin nærhendis svimjihøllina í Gundadali, men tá løgreglan kom á staðið, var viðhaldsmaðurin burtur. Søgan sigur einki um, hvørt tað var sami viðhaldsmaður, sum svam í Sandagerði í gjár.

Vaktleiðarin greiðir eisini frá, at tey í gjár fingu eini boð um, at onkur hevði brotið inn í ein skúr í gjár, har ein pláta var loyst eitt sindur, har eitt vindeyga plagar at vera. Inni í skúrinum sást, at onkur hevði gjørt sær eitt ból at liggja nátt, men einki fólk var inni í skúrinum.

Løgreglan fekk eisini boð um at koma til eini hús í Havnini í gjárkvøldið, tí eitt par var ósamd um okkurt. Men tá tað vísti seg, at annar ikki hevði bústað í húsinum, so varð viðkomandi vístur á dyr.

Les eisini...  Semja funnin fyri flogskipararnar

Nakað yvir midnátt bleiv eitt fólk tikið fyri rúsdrekkakoyring í Havn, og tað vísti seg eisini, at viðkomandi heldur ikki hevði nakað koyrikort, so tað fær viðkomandi ein bót fyri, umframt fyri rúsdrekkakoyringina.