Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hondspritt stolið úr røktarheimi

Dunkar við hondspritti er stolið úr tveimum røktarheimum í Havn

Tað var tann tíðin, tá vit skuldu minnast til at spritta okkum væl um hendurnar. Men spritt er komið fyri at vera, og tað kemur meir enn so fyri, at hondspritt verður stolið, so tað kann brúkast sum rúsdrekka.

Løgreglan fekk tvær fráboðanir í gjár, at hondspritt var stolið úr røktarheimum. Í fyrra førinum hevur løgreglan funnið fram til viðkomandi, sum stjól hondspritti, meðan løgreglan kannar enn hitt málið, tá hondspritt varð stolið úr einum øðrum røktarheimi í Havn.

Kannað verður nú, um tað kann vera samanhangur millum hesi bæði málini.