Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgreglan kannar trý drugrape mál í Havn

Tríggjar kvinnur hava meldað kynsligan ágang

Trý mál um drugrape í Havn er meldað um vikuskiftið.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at tríggjar kvinnur hava verið fyri kynsligum ágangi, eftir at tær hava fingið okkurt í drinkin hjá sær, meðan tær vitjaðu onkran klubba í Havn, men talan er ikki um sama stað, greiðir vaktleiðarin frá.

Løgreglan kannar nú málið, og vil upp á núverandi tíðspunkt ikki siga, hvat kvinnurnar hava verið út fyri, men kanningararbeiðið heldur fram í dag, har fleiri fólk skulu avhoyrast.

Vaktleiðarin heitir á fólk um at ansa væl eftir sínum glasi, tá fólk eru í býnum – og eisini ansa eftir at taka ímóti drinksum frá fólki.