Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kristianna Jacobsen nýggjur skúlastjóri í Vestmanna

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Kristionnu Jacobsen í starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla frá 16. oktobur 2023 at rokna

Vestmanna skúli hevur fingið nýggjan skúlastjóra.

Tað er Kristianna Jacobsen, sum er nýggjur skúlastjóri.

Kristianna er ættað úr Fuglafirði, er 51 ára gomul og býr í Tórshavn.

Hon tók læraraprógv í 2013 og hevur síðani januar 2014 arbeitt í Hvalvíkar skúla, fyrstu árini sum lærari og frá 2019 sum skúlaleiðari.

Harumframt hevur hon eisini leiðsluroyndir frá privatum virksemi, millum annað sum dagligur leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Kristianna hevur nomið sær eftirútbúgving innan leiðslu umframt ymisk styttri skeið í ávísum lærugreinum og í føroyskum sum annaðmál. Hon hevur í 2021 tikið skeið í yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu á masterstigi, masterdiplom í leiðslu í 2023 og lesur master í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetri Føroya.

Kelda: Skúlablaðið