Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar herðir verkfallið enn meira

Nú rakar verkfallið medisinska ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum

Vísandi til avtalu frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boðað frá arbeiðssteðgi fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar og deildarleiðarar frá mikudegi 11. oktober 2023 kl 8.00, ið arbeiða á niðanfyri standandi deild/um:

Medisinskt ambulatorium, Landssjúkrahúsið

Undantikið:

  • Krabbamein
  • Giktasjúkur
  • Maga-tarmsjúkur
  • Blóðsjúkur
  • Palliativa toymið
  • Hæmodialýsa

Fráðboðanin er send við teldupostið til Fíggjarmálaráði, att Jan Mortensen, stjóra, 9. oktobur 2023 kl 07:50.

Vegna

Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar

Óluva í Gong, Forkvinna