Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Aftur ein tilburður av fuglakrími

Fyri nøkrum vikum síðan varð ein tilburður staðfestur á Eiði, men nú enn ein tilburður av fuglakrími hjá heimafugli staðfestur. Hesa ferð í Kollafirði

Fríggjadagin kom ein fráboðan frá einum fólki í Kollafirði, um at nakrar dunnur hjá honum vóru brádliga deyðar og at ein dunna var sjúk.

Heilsufrøðiliga starvsstovan fór á staðið fyri at taka sýni og seinni sama dag kom svarið, at dunnurnar høvdu fuglakrím. Avgerð varð tikin um, at allar dunnurnar skuldu takast av.

Heilsufrøðiliga starvsstovan heldur, at tað er sannlíkt, at tað er villfuglur, sum hevur smittað dunnurnar.

– Vit vilja tí minna á, at tað er umráðandi, at man so vítt gjørligt ansar eftir, at villur fuglur ikki kemur í sambandi við heimafugl, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan á heimasíðu sínari.

Víðari skrivar starvsstovan, at um heimafuglurin er ætlaður til at slakta, og hann longu nú hevur eina nøktandi vekt, so er kanska vert at umhugsa at drepa hann longu nú.

Til ber at lesa meiri her:

  • Hvørji fyrilit, allir eigarar av flogfenaði skulu hava, fyri at tálma smittuvandanum her
  • Um arbeiðslag og reinføri, tá fuglur skal slátrast her