Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Útgávukonsert við 200 leygarkvøldið í Sandavági

Leygarkvøldið fer 200 at seta eld á Sandavág. Eftir væl eydnaðu akkustisku konsertirnar á Húsagongd í summar verður tað hesa ferð úti á Gjógv við fullari styrki – nú verða nýggju hølini trýstroynd

Tað veðrur elektriskt, for frá og reyvheart.

Á jóansøku í ár kom út plátan Reyvheart hjá 200. Hetta er sjeynda plátan hjá bolkinum, og hon hevur fingið serstakliga góð ummæli. Seinast úr Týsklandi, har Reyvheart fekk 8 av 10 møguligum stigum.

200 fer at spæla løg frá nýggju plátuni, umframt nógv gott klassiskt. Tað er trummur, bass og gittar og grefligt kjaftaslit.

200 heldur heldur stílin, og viðger evni sum kristnan dupultmoral, homofobi, nepotismu og skaðiligu langtíðarárinini av at vit eru ein koloni undir fremmandum yvirvaldi. Um Reyvheart hevur onkur enntá sagt “Endiliga tann ordiliga veðraplátan!”.

Konsertin verður í søguligu hølunum úti á Gjógv við Fiskastykkið í Sandavági. Her skulu nýístandgjørdu hølini standa sína roynd og veruliga trýstroynast. Tað er heilt víst, at hetta kundu fiskagenturnar ikki ímyndað sær at hølini skuldu brúkast til einaferð í framtíðini.

Konsertin byrjar kl. 20.00 úti á Gjógv við Fiskastykkið í Sandavági.

Atgongumerki kunnu keypast í forsølu á atgongumerki.fo

https://www.atgongumerki.fo/2020073/konsert-vid-200