Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvær innbrotsroyndir í Havn í gjár

Talan er um sama fólk, sum seinnapartin í gjár royndi at bróta inn í ein klædnahandil og so løtu seinni í ein annan handil

Í gjár vórðu tvær royndir gjørdar at bróta inn í Handlar í Havn, men í báðum førum vóru fólk í handlinum, so maðurin slapp sær til rýmingar.

Løgreglan tók seinni mannin, sum nú er skuldsettur fyri innbrot.

– Fyrra royndin varð gjørd í ein klædnahandil, og seinna royndin bleiv gjørd í einum øðrum handli nærhendis klædnahandilin, har roynt var at bróta inn í handlarnar við kúbeini, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá.

Í gjárkvøldið bleiv ein bilførari eisini tikin í Havn, tí illgruni var um rúsdrekka ella rúsevniskoyring, og tað vísti seg eisini, at bilførarin uppførdi seg rættiliga illgrunasamt, so blóðroynd varð tikin av bilføraranum, sum eisini vísti, at viðkomandi var ávirkaður av rúsevnum.

Føroya Politi saknar enn vitnir til tilburðin uttanfyri Bitan sunnumorgunin um fýra-tíðina, tá ein maður varð sligin við fløsku ella glasi, so hann fekk skaða í tanngarðin, so hevur nakar sæð okkurt, so vil løgreglan gjarna hoyra frá fólki.

Les eisini: