Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gjørdi seg kynsliga inn á tvær gentur

Ein 19 ára gamal maður er í Føroya rætti í dag, har hann er skuldsettur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á tvær gentur, sum vóru undir 15 ár. Eisini hevur hann sent nakinmyndir av sær til genturnar gjøgnum Snapchat

Í morgun byrjaði eitt mál í Føroya rætti, har ein 19 ára gamal maður er skuldsettur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á tvær gentur, sum vóru 12 ára gamlar, tá hendingarnar fóru fram.

Maðurin var 15 og 17 ár, tá hendingarnar fóru fram.

Fyrra hendingin fór fram á Summarfestivalinum í Klaksvík í 2019, har tann tá 15 ára gamli noyddi eina 12 ára gamla gentu at geva sær oralsex, har hann síðan hevði sex við órættaða inni í einum vesivogni á festivaløkinum.

Eisini hevði maðurin samband við hesa gentuna gjøgnum sosiala miðilin Snapchat í tíðarskeiðnum frá 2019 til 2021, har hann millum annað, uttan samtykki, hevur sent myndir av sínum kynslimi til gentuna.

Seinna hendingin fór fram tann 5. juli í 2021 í tíðarskeiðnum millum klokkan 12 og 15 í einum almennum vesi inni í BURN á Niels Finsensgøtu í Havn, har tann tá 17 ára gamli maðurin noyddi eina 12 ára gamla gentu at geva sær oralsex, og hevði síðan bæði vaginalt og analt sex við órættaða.

Eisini í hesum førinum hevur maðurin verið í samband við gentuna gjøgnum Snapchat í tíðarskeiðinum frá 2020-2021, har hann, uttan samtykki, eisini her hevur sent myndir av sínum kynslimi til gentuna.

Tveir dagar eru settir av til rættarmálið.