Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

U19-kvinnur: EM hópurin úttikin

Pætur S. Clementsen hevur nú sett nøvn á tær 20, sum skulu umboða Føroyar til EM undankappingina í Belgia síðst í oktober

Tað er ein rimmar avbjóðing, sum bíðar føroysku U19 gentunum í EM undankappingini hesaferð. Við at vinna sín bólk í undankappingini í vár, hevur U19 landsliðið við gentum sum tað fyrsta føroyska landsliðið tryggjað sær sæti í A-deildini hjá UEFA.

Lutakastið avgjørdi, at Føroyar komu í bólk saman við Belgia, Írlandi og Hollandi, og undankappingin verður spæld í Tubize í Belgia í døgunum 25. til 31. oktober.

Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari hevur úttikið hesar 20 spælararnar til kappingina:

Lisa Haraldsen, 07 Vestur
Petra Hoydal, AaB (Danmark)
Súsanna L. Godtfred, B36
Marita Lisberg, EBS/Skála
Natalia D. Olsen, EBS/Skála
Sólja Ernstdóttir, EBS/Skála
Teresa Jacobsen, HB
Astrid Mittfoss, HB
Fríða M. Jakobsen, HB
Anna S. Carlsen, HB
Gunnvá Lutzen, HB
Lea T. Johannesen, HB
Anna Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Jórun Najma Patawary, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Vár Johannesen, KÍ
Jonnhild á Sondum, NSÍ
Rakul Sørensen, Víkingur
Fríða Magnussen, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur

Leikskráin hjá U19 gentunum sær soleiðis út:
25.10.2023 kl.19.00 (18.00 føroyska tíð): Holland – Føroyar
28.10.2023 kl.19.00 (18.00 føroyska tíð): Írland – Føroyar
31.10.2023 kl.15.00 (14.00 føroyska tíð): Føroyar – Belgia

Kelda: Maria Ziska/fsf.fo