Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýtt skip í FAS

Vestland Explorer er nýtt skip í FAS

Skipið er bygt í 1994 og er 827 bruttotons til støddar.

Vestland Explorer hevur fyrr virkað sum tænastuskip hjá Søfartsstyrelsen, men varð í 2021 umbygt til ferðafólkaskip og siglir nú við ferðafólki við Svalbard og har um leiðir.

M/S Vestland Explorer varð bygt í Ringkøbing í Danmark, og bleiv í tíðarskeiðnum frá 1994 til 2019 millum annað brúkt til halda sjóboyur, vitar og annað viðlíka.

Men tá tørvurin ikki var tann sami á hesari veiting, varð skipið selt í 2019, og síðan umbygt til ferðafólkaskip í 2021 í Gdansk í Póllandi.

Fleiri myndir av skipinum síggjast her.