Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ein býarmynd gevst nú at taka myndir

Jógvan á Dul hevur verið trúfastur at taka morgunmyndir í Havnini seinastu 14 árini, men nú gevst hann

– Góðan morgun úr Havn fer ikki longur at vera fastur táttur hjá mær á Facebook. Eg havi gjørt tað í 14 ár, men fari nú at gevast við tí. Eg eri nú 81 ára gamal, men fari framvegis at fylgja við á Facebook.

Tað skrivar havnarmaðurin við stórum H, Jógvan á Dul, sum í øllum veðri hevur tuskað Havnina upp og niður hvønn morgun, har hann hevur tikið myndir frá sínum túrum á morgni runt um í Havnini – serliga kring Vágsbotn.

Í stuttari viðmerking við VP sigur Jógvan á Dul, at hann hevur gingið túrar nærum allar dagar hesi árini. Kanska eru tað einir 20 dagar, sum eru farnir burtur ímillum um árið.

Sostatt hevur hann gingið einar 5.000 túrar ella har á leið tilsamans.

Jógvan hevur eisini verið virkin sum ferðaleiðari í føroysku fjøllunum, millum annað við Gongufelagnum í Havn, har man hann hava gingið einar 600 túrar.

Jógvan fæst ikki at siga, um nakar av túrunum hevur verið serliga spennandi. Men treyðugt so, so hevur hann hitt nógv fólk hesi árini, og eisini tikið nógvar myndir á túrunum, skrivar VP.

Facebook-vangin hjá Jógvani sæst her: