Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

U17-landsliðsvenjarin málleys eftir at Føroyar vunnu bólkin

Við einum framúr 3-1 sigri á Rumenia í síðsta umfari, vann føroyska U17-landsliðið við gentum bólk B3 í EM-undankappingini. Úrslitið hevur við sær, at Føroyar vera at finna í deild A, tá undankapping aftur er á skránni í heyst. Landsliðsvenjarin: - Hetta er ringt at seta orð á

– Ja, hvat skal man siga…? Hetta er ringt at seta orð á. Eg haldi at genturnar tóku øll á bóli við hesum fantastiska avrikinum. Vit vónaðu at fáa eitt gott úrslit, og trúðu sjálvandi upp á møguleikan. Men hetta bleiv næstan eitt sindur meir, enn vit veruliga tordu at trúgva upp á.

Soleiðis sigur Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, við heimasíðuna hjá FSF, ið ikki gjørdi mætari enn at vinna bólkin í EM-undankappingini, sum farnu vikuna hevur verið í Føroyum. Harvið tryggjaði U17 landsliðið sær uppflyting til deild A, tá EM-undankapping aftur er á skránni í heyst.

Tað byrjaði annars ikki so væl hjá okkara gentur, sum í fyrsta umfari taptu fyri Lettlandi. Men vend kom skjótt í, og “når enden er god, er alting godt”, plaga danir at taka til, og enn einaferð kunnu vit eisini brúka hetta orðafelli.

Fyrst varð Georgia sett upp á pláss, og síðani fingu rumensku genturnar somu lagnu. Føroyar vunnu 2-0 á Georgia, og 3-1 á Rumenia.

Samlaðu úrslitini í bólkinum høvdu við sær, at Føroyar, Rumenia og Lettland øll fingu seks stig í part. Og tá eru reglurnar tær, at úrslitið móti aftasta landinum í bólkinum, sum var Georgia, verður strikað, og síðani verður hugt at innanhýsis dystunum millum hini trý londini.

Føroyar gjørdust nummar eitt við trimum stigum, og málmuninum 4-2, Rumenia bleiv nummar tvey, somuleiðis við trimum stigum, og málmuninum 3-4, meðan Lettland endaði á triðja plássi, eisini við trimum stigum, og málmuninum 2-3.

Tað vera tískil føroysku genturnar, ið verða at finna í deild A í heyst.

Les eisini...  Video: Ballon d'Or ella HM við Føroyum?

– Eg haldi at okkara gentur lyftu seg upp á eitt hægri stig sum kappingin leið, og tað verður spennandi at fylgja teimum í framtíðini. At spæla á heimavølli og fáa so góðan stuðul frá áskoðarunum var eisini heilt fantastiskt, so ein stór tøkk til tey, og til fyriskipararnar av kappingini, sum eydnaðist sera væl, sigur Eyðvør Jakobsen.

Úrslitini í kappingini vóru annars hesi:
Lettland – Føroyar 2-1
Rumenia – Georgia 2-1
Føroyar – Georgia 2-0
Rumenia – Lettland 2-0
Føroyar – Rumenia 3-1
Lettland – Georgia 4-0

Føroyar Rumenia U17-02

Føroyar Rumenia U17-03

Føroyar Rumenia U17-08

Føroyar Rumenia U17-09

Føroyar Rumenia U17-11

Kelda: fsf.fo