Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Paul Vaessen – knæskaði endaði fótbóltslívsleiðina og rúsevnir tóku lívið av honum

Hann var 18 ára gamalur, tá hann hevði sína stjørnustund og 20 ára gamal noyddist hann at gevast.

Arsenal er við í øllum kappingum, tá kappingarárið 1979-80 nærkast endanum. Liðið liggur á 4. plássi í landskappingini, er í hálvfinaluni í bæði FA Cuppini og í Europa Cup fyri steypavinnarar ímóti ávikavist Liverpool og Juventus. Liðið skal enda á 3. plássi fyri at tryggja atgongd til Europa Cup árið eftir.

7. apríl spældi Arsenal triðja dystin í apríl mánaða. Við málum frá Alan Sunderland og Paul Vaessen vann Arsenal 2-1 á Tottenham, men liðið tapti fyri Norwich og spældi javnt ímóti Southampton. Tveir dagar seinni spældi Arsenal javnt ímóti Juventus á heimavølli. Antonio Cabrini legði Juventus á odda, men Roberto Bettega javnaði við einum sjálvmáli. Síðani spælir Arsenal tveir møðsamar dystir í hálvfinaluni í FA Cup ímóti Liverpool, sum báðir enda við javnleiki eftir longda leiktíð og tískil má annar umdystur til, men 23. apríl skal Arsenal spæla seinna dystin ímóti Juventus.

Paul Vaessen var føddur í Gillingham tann 16. oktober 1961, har pápin, Leon Vaessen, royndi seg sum yrkisleikara eftir at vera keyptur frá Millwall. Pápin hevði hollendskar røtur, meðan mamman var ensk.

Paul fekk lærlingasáttmála við Arsenal í 1977 sum miðframherji og longu árið eftir spældi hann fyrsta dystin sum 16 ára gamalur tann 27. september 1978, tá Arsenal møtti eysturtýska 1. FC Lokomotive Leipzig í UEFA Cuppini. Fyrsta landskappingardystin spældi hann 14. mai 1979 ímóti Chelsea. Hann gjørdist yrkisleikari í juli sama ár og skoraði 5 mál í 13 dystum í kappingarárinum 1979-80.

Hann hevði skotið tvey mál í umdystinum ímóti Brighton í League Cuppini tann 13. november 1979 og nevnda sigursmálið ímóti Tottenham, men stjørnustundin var tann 23. apríl 1980 í hálvfinaluni í Europa Cup fyri steypavinnarar á Stadio Comunale í Torino. Juventus hevði skorað eitt útivallarmál á Highbury, so Arsenal mátti skora og onki bretskt lið hevði nakrantíð vunnið í Torino. Tað vóru 10 ár síðani, at Juventus hevði tapt á heimavølli í europeiskum dysti og tað stóð framvegis á jøvnum, tá felagsstjórin hjá Arsenal, Terry Neill, sendi 18 ára gamla sigurskappan á vøllin.

Les eisini...  Heimsins dýrasti Galácticos

Leingi vísti Juventus italskt verjuspæl eftir bókini. Teir vóru væl skipaðir og tætt var millum keturnar og teir 66.000 áskoðararnir vóru so smátt byrjaðir at fegnast um finaluplássið, tá 27 ára gamli Graham Rix breyt ígjøgnum í vinstru síðu og legði innfyri. Tað vóru bara tveir minuttir eftir av dystinum og innleggið lá tætt at málinum hjá Dino Zoff, tá bæði Dino Zoff og verjuleikarin rokna við innleggið við nærmastu stong, men bólturin ferðast upp um Zoff og við handaru stong skallar Paul Vaessen bóltin í málið. Støðan var nú 2-1 til Arsenal, sum sostatt endaði í finaluni. Liam Brady kallaði sigurin fyri ein tann størsta í søgu felagsins.

Tað vóru tveir minuttir eftir av dystinum, tá Paul skoraði sigursmálið og tvey ár seinni noyddist hann at steðga við at spæla orsakað av einum knæskaða, sum hann fekk seint á heysti í 1980.

Eftir triðja umdystin í FA Cup hálvfinaluni ímóti Liverpool eydnaðist tað Arsenal at vinna seg í finaluna, men West Ham vann 1-0 við máli frá Trevor Brooking. Liðið endaði eisini á 4. plássi í landskappingini og uttan fyri europeiska luttøku.

Paul Vaessen slapp ikki við til finaludystin ímóti Valencia, sum Arsenal tapti eftir brotssparkskapping. Tað var fyrstu ferð, at brotssparkskapping varð nýtt til at avgera europeiskar dystir fyri klubblið. Stutt eftir varð Liam Brady seldur til júst Juventus.

Hann skoraði kortini tvey mál kappingarárið eftir og Dimmalætting bar honum eisini rósur, tá hann gjørdi sítt seinasta upplop um várið 1982. Arsenal vann 1-0 á Leeds og “Hin ungi Paul Vaessen fekk endiliga møguleikan í álopinum hjá Arsenal. Hann skoraði einasta málið í dystinum ímóti einum vánaligum Leeds-liði.” Dystin eftir skoraði hann eisini í 2-1 sigrinum á Wolverhampton. Áðurnevndi Graham Rix skoraði hitt málið fyri Arsenal, meðan Kenny Hibbitt skoraði fyri Wolves.

Les eisini...  Var tað rangstøða? Var hatta reytt kort?

Summarið 1982 steðgaði hann bert 20 ára gamalur eftir tríggjar skurðviðgerðir í knænum, har hann hevði slitið nøkur liðbond.

Eftir fótbóltslívsleiðina arbeiddi hann sum m.a. postboð og byggihandverkari, men í 1985 gekk galið, tá ein ein rúsevnishandil endaði við, at ein narkoseljari stakk hann seks ferðir í einari síðugøtu til Old Kent Road í Landsynningslondon. Hann varð stungin frá mjødnini og upp undir økslina, og misti góðar 22 litrar av blóði. Hjartaslátturin steðgaði tvær ferðir, meðan hann varð skurðviðgjørdur.

Tann 8. august 2001 varð hann funnin lívleysur í íbúðini í Bristol bara 39 ára gamalur. Hann hevði verið heroin-misnýtari í nógv ár og hevði fleiri dómar hangandi yvir sær. Hann doyði av ovurnýtslu av rúsevnum.

Paul Vaessen spældi samanlagt 39 dystir og skoraði 9 mál fyri Arsenal. Arsenal vann allar dystirnar, har hann skoraði!

Málini:

2 mál ímóti Brighton í umdystinum í League Cup 1979-80

2 landskappingarmál í 1979-80 (ímóti Tottenham og Coventry

1 mál ímóti Juventus í Europa Cup fyri steypavinnarar 1979-80

2 landskappingarmál í 1980-81 (ímóti Manchester United og Everton)

2 landskappingarmál í 1981-82 (ímóti Leeds og Wolves)