Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr Hørð, Bjartalíð, Sølva og landsliðsvenjaran seta orð á 0-2 tapið fyri Pólandi

Hoyr samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig gjørdi aftaná 0-2 tapið fyri Pólandi á Tórsvølli. Petur Asbjørn prátaði við 1) Hørður H. Askham, ið fekk reytt kort aftaná ein margháttligan VAR-dóm. Hørður undrast eisini nógv á støðuna. 2) Jóannes Bjartalíð og 3) Sølvi Vatnhamar, ið báðir eftirlýsa, at Føroyar hóttu pólska liðið meir. Og 4) Håkan Ericson, landsliðsvenjara sum heldur tað vera rættiliga heiðurligt undir torførum umstøðum við 10 móti 11 móti einum sterkum landsliði at sleppa við einum 0-2 tapi. Hetta eru torførir dagar hjá føroyska landsliðnum.

Myndir: Rúni á Reynatrøð og ein mynd frá Akademisk Boldklub