Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skuldsettur fyri grovan harðskap uttanfyri Bitan

Løgreglan hevur nú fingið vitnisfrágreiðingar, sum hon bað um, og í hesum sambandi er ein maður skuldsettur fyri tilburðin, ið var uttanfyri Bitan í Steinatúni sunnumorgunin, og so vóru kátir polakkar í býnum í Havn eftir sigurin móti Føroyum í gjárkvøldið

Føroya Politi heitti fyrr í vikuni á fólk, sum kanska høvdu sæð okkurt til ein tilburð, ið fór fram uttanfyri Bitan í Steinatúni um fýra-tíðina sunnumorgunin, tá ein maður fekk eitt glas ella eina fløsku í andlitið, sum gjørdi tað, at tanngarðurin hjá órættaða fekk skaða.

Hesa áheitanina gav úrslit, tí vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur í morgun, at ein maður nú er skuldsettur fyri grovan harðskap fyri tilburðin uttanfyri Bitan sunnumorgunin.

Maðurin, ið er skuldsettur, váttar, at hann var á áðurnevnda stað sunnumorgunin, men hann noktar seg sekan í skuldsetingini um grovan harðskap.

Fleiri avhoyringar skulu gerast, og onkur upptøka frá vakmyndatóli skal hyggjast ígjøgnum, so sakin kann undirbyggjast, greiðir vaktleiðarin frá.

Høvdu ongan hug at fara út
Landsdystur var í gjárkvøldið, har Pólland vann 2-0 móti Føroyum. Tað vóru nógvir pólskir áskoðarar til dystin, og mong av teimum fóru kát víðari í býin eftir landsdystin.

Nøkur skeinkistøð í Havn høvdu fingið loyvi til at hava longri opið, og har komu nógvir pólskir gestir á gátt, sum mestsum ongan hug høvdu at fara avstað aftur, tá klokkan nærkaðist 02, ið skeinkistøðini høvdu fingið loyvi til at hava opið.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at lagið var gott, men onkur støð skuldu líka hava eitt sindur av hjálp til at lata aftur til ásettu tíðina. Men fyriuttan tað, so var eingin trupulleiki við áskoðarunum í gjárkvøldið – hvørki á Tórsvølli ella í náttarlívinum í Havn.