Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Smurdir av – bæði á og uttanfyri vøllin

Ikki síðan 1997 hevur ein pólskur landsliðsvenjari vunnið sín fyrsta dyst, men hetta forbannilsi endaði í kvøld, tá Michal Probierz og hansara menn vunnu ein uppibornan sigur á Føroyum á Tórsvølli

Føroyar 0 – 2 Pólland

(Tórsvøllur): Tað er sjáldan, at útiliðið hevur sungið harðari enn heimaáskoðararnir, men soleiðis var tað á Tórsvølli í kvøld, tá tjóðsangirnir hjá Póllandi og Føroyum vórðu spældir undan dystinum.

Undan dystinum høvdu pólskir miðlar skrivað nógv um, at tað liggur eitt forbannilsi á pólskum landsliðsvenjarunum í teirra fyrsta dysti, ið teir ikki plaga at vinna. Tí líka síðan 1997, har tað hava verið 13 landsliðsvenjarar fram til í dag, hava nýggir landsliðsvenjarar hjá Póllandi antin tapt ella spælt javnleik í teirra fyrsta dysti.

Men tað skuldi skjótt vísa seg, at hetta forbannilsi varð gjørt til skammar.

Longu í 4. minutti legði Pólland seg á odda við góðum máli, sum Sebastian Szymanski skoraði, tá hann hegnisliga, frá brotsteigarmarkinum, legði bóltin í ein bleytan boga afturum ein prísgivnan Matthias Lamhauge í føroyska málinum. 1-0 til Pólland.

Føroysku spælararnir og venjarin høvdu undan dystinum sagt, at vit skuldu fáa meira burturúr deyðbóltunum, men hóast føroyingar høvdu nakrar deyðbóltsstøður í fyrra hálvleiki, so bleiv tað ongantíð heilt vandamikið frammanfyri pólska málinum.

Eftir pólska málið, kundu polakkar spæla meira trygt, tí nú vóru teir ikki eins kroystir, sum teir vóru undan dystinum, og tí vóru ikki stórvegis av málmøguleikum restina av fyrra hálvleiki.

1-0 til Pólland í hálvleikinum.

Byrjaði fyrri hálvleikur illa, so byrjaði seinni hálvleikur hvanna verri.

Bólturin var ikki meira givin upp, so er ein póllendingur við at gerast púra fríur móti føroyska málinum. Hørður Askham fer niður í eina takkling, men tað er líkt til, at tosa verður við dómaran, at hann skal hyggja hetta ígjøgnum.

Les eisini...  Føroyskt / enskt bókmentatiltak í Reinsarínum

Bólturin fer út, og so verður bíðað eitt langt og sjey breitt, meðan dómarin kjakast við VAR-vognin eina góða løtu. Dómarin floytar Hørður yvir til sín og gevur honum reyða kortið, hóast hendingin er farin fram uttanfyri brotsteigin. Einaferð vóru fótbóltslógirnar soleiðis, at gjørdi tú eina erliga roynd at vinna bóltin, so var tað ikki reytt kort, men kanska tað er galdandi uttanfyri brotsteigin. Eg veit ikki. Eg kenni ikki reglarnar fyri fótbólti longur!

Við einum manni færri, so kundu polakkar dusa sær sum teimum lystu, meðan tað fyrst og fremst nú snúði seg um at verja borg sum frægast hjá føroyingum.

Nýggi pólski landsliðsvenjarin, Michal Probierz, framdi nakrar útskiftingar, tá ein tími var spældur, meðan føroyski landsliðsvenjarin einki gjørdi.

Inn kom millum annað Adam Buksa fyri Póllandi, og hann vildi gjarna vísa seg fram fyri nýggja venjaranum, at hann er til reiðar at lyfta arvin eftir 35-ára gamla Robert Lewandowski, tí stutt eftir, at Buksa var komin inn, so steig hann upp í loft og stútaði eitt gott innlegg í føroyska málið, og so var 2-0 til útiliðið.

Tað gingu 75 minuttir, áðrenn fyrsta føroyska útskiftingin varð framd, men tað var meira fyri at binda um heilan fingur og royna og avmarkað tapið til bert tvey mál.

Men polakkar fingu tað, teir komu eftir. Pólska forbannilsi, síðan 1997, steðgaði við Michal Probierz, sum fekk ein sigur og trý stig í sínum fyrsta dysti sum landsliðsvenjari hjá Póllandi, og nú er endaspurturin hjá Póllandi, at sleppa til EM-endaspælið í Týsklandi komandi summar, veruliga settur inn.

Les eisini...  Seniorfestivalurin aftur á skrá

Og so er brennandi spurningurin, um tað verður arbeitt á skipasmiðjuni í MEST í Havn í morgin, tí tvey skeinkistøð í Havnini hava fingið loyvi at hava opið tveir tímar longri enn vanligt, so eisini har eru vit gestablíð, um ikki annað.

Næsti dystur hjá føroyingum verður longu aftur sunnudagin, tá Føroyar og Kekkia spæla í Plzen, og har eru góðar øl, havi eg frætt, og tað er altíð ein troyst.

Føroyar liggja enn niðast í bólki E við einum stigi.

Byrjunaruppstillingin hjá Føroyum (4-5-1):
Mattias Lamhauge – Viljormur Davidsen (c), Odmar Færø, Hørður Askham, Rene Shaki Joensen – Gunnar Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð, Brandur Olsen, Jákup Andreasen, Sølvi Vatnhamar – Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum vóru: Bárður á Reynatrøð, Bjarti Mørk, Jóannes Kalsø Danielsen, Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Sonni Ragnar Nattestad, Andrias Edmundsson, Andrass Johansen, Stefan Radosavljevic, Klæmint Olsen, Petur Knudsen og Pætur Petersen.