Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skipanin hjá Dansk Scanning er tøk aftur 

Í dag hevur Dansk Scanning boðað Umhvørvisstovuni frá, at skipanin er virkin aftur

Umhvørvisstovan fekk fríggjamorgunin 29. september 2023 fráboðan frá Dansk Scanning, at tey hava verið fyri einum cyberálopi.

Dansk Scanning hýsir eini skipan við avritum av skjølum, ið fyrr lógu fysiskt í Tinglýsingarsavninum og Matrikulsavninum. Hesi skjøl verða í dag brúkt í skipanum hjá Tinglýsing og Matrikul.

Fyri at tryggja at álopið ikki spreiddi seg, stongdi Dansk Scanning skipanina alt fyri eitt.

Fyri løtu síðani hevur Dansk Scanning boðað Umhvørvisstovuni frá, at skipanin er virkin aftur.

Sostatt merkir hetta, at skjøl og aktir aftur eru tøk á tinglýsing.fo.

Umhvørvisstovan eftirmetir hendingina neyvt saman við Dansk Scanning.