Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Níggju mánaðar fongsulsrevsing fyri at gera seg kynsliga inn á tvær gentur

Ein 19 ára gamal maður fekk dóm í Føroya rætti í gjár fyri kynsliga misnýtslu og blúnisbrot

Í hesi vikuni hevur eitt mál um kynsliga misnýtslu og blúnisbrot verið í Føroya rætti, har ein 19 ára gamal maður var skuldsettur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á tvær gentur, tá tær vóru 12 ára gamlar, umframt at hava sent nakinmyndir av sær til genturnar, uttan samtykki.

Sjálvur var maðurin 15 og 17 ár, tá hendingarnar fóru fram.

Maðurin fekk dóm í gjár í Føroya rætti, og dómurin ljóðar upp á níggju mánaðar fongsulsrevsing – harav tríggir mánaðir eru treytaðir, umframt at gera samfelagstænastu í 80 tímar.

Tann 19 ára gamli maðurin var skuldsettur fyri í alt fýra tilburðir – tvær samlegur og tvey blúnisbrot, har hann varð funnin sekur í øllum fýra.

Tó var hann í tí eina førinum funnin ósekur í skuldsetingini “hava skaffað sær samlegu við at gera sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág…”, tá hann noyddi eina 12 ára gamla gentu at geva sær oralsex, og síðan bæði hava vaginalt sex við órættaða á Summarfestivalinum í 2019.

Eisini skal maðurin rinda gentunum 30.000 krónur í part í endurgjaldi.

Ákærin kravdi, at maðurin varð dømdur eftir nýggju lóggávuni á økinum, sum gevur harðari revsing, men av tí, at hendingarnar fóru fram áðrenn nýggju lóggávuna, sum er lík tí donsku á økinum, so varð hann dømdur eftir gomlu lóggávuni.

Maðurin hevur nú 14 dagar umhugsanartíð, hvørt hann skal taka við dóminum ella skjóta hann inn fyri hægri rætt.

(dagført 14. okt. kl. 00.30)

Les eisini: