Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Altjóða Vátlendisdagur í dag

Hóast vátlendi bert telja umleið seks prosent av jørðini, verður mett, at tey hýsa á leið 40 prosent av lívmargfeldinum í heiminum

Veitst tú, at 2. februar er altjóða vátlendisdagur?

Mýrar og onnur vátlendi eru týdningarmiklar vistskipanir, eisini í Føroyum. Hóast vátlendi bert telja umleið 6 % av jørðini, verður mett, at  tey hýsa á leið 40 % av lívmargfeldinum í heiminum og at vátlendi goyma áleið ein triðing av øllum kolevni í heiminum.

Vátlendi…

🌿 .. eru búøki hjá fugli og øðrum djóra- og plantusløgum

🔒 .. eru týðandi kolevnisgoymslur

💧 .. reinsa vatn

🌪 .. verja lond móti stormum og veðurlagsbroytingum

Sum liður í at røkja okkara skyldur sambært Ramsar-sáttmálanum, fór Umhvørvisstovan í fjør undir stóra arbeiði at skráseta vátlendi í Føroyum, m.a. fyri at hava eitt betri grundarlag fyri at verja og endurbøta oyðiløgd vátlendi.

Vátlendi eru eisini partur av arbeiðinum hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, t.d. í sambandi við samskipan av norðurlendska visjónsprogramminum Náttúruloysnir og Norðurlendska arbeiðsbólkinum fyri lívmargfeldi (NBM), sum Umhvørvisstovan hýsir.

👉 Les meira um RAMSAR her: https://www.us.fo/natturuvernd/

👉 Les meira um Náttúruloysnir og Norðurlendska arbeiðsbólkin fyri lívmargfeldi her: https://www.us.fo/nordurlendskt-samstarv/