Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sverri Steinhólm skipaður í embætið sum diakonprestur

Sunnudagin klokkan 11 skipar Uni Næs, dómpróstur Sverra Steinhólm í embætið sum dikonprestur. Tað verður gjørt undir gudstænastuni í Fríðrikskirkjuni

Sverri Steinhólm hevur áður røkt embætið sum sjúkrahús- og fongsulsprestur. Hann verður fyrsti diakonprestur í Føroyum. 

Uppgávan er at virka millum teirra, sum hava avbjóðingar í gerandisdegnum og gerast sosialt viðbrekin, eitt nú í mun til arbeiðsloysi, bundinskap ella heimloysi, og skal hann virka í  samspælinum millum tað einstaka menniskjað og samfelagið.

Í arbeiðinum skal hann boða evangeliið um Jesus í orði og í verki inn í tilverunnar avbjóðandi umstøður.

Í fyrstu atløgu verður byrjað spakuliga í tættari samvinnu við Bláa Kross Føroya og Soli Deo Gloria í Klaksvík, ið eru umboðað í nevndini, ið saman við biskupi hevur ábyrgd av diakonprestinum.

Sverri hevur drúgvar royndir á økinum frá sínum arbeiði í Blá Krossi, har hann hevur verið virkin alt sítt lív og formaður í mong ár. Hann kemur at samstarva við felagsskapir og øll tey, ið ynskja at samstarva við fólkakirkjuna. Væntandi verður talan um eitt samstarv, ið útinnar manngott arbeiði.

Fólkakirkjan hevur seinnu árini verið í eini tilgongd at seta fleiri funktiónsprestar, at virka við meiri bundnum uppgávum, og setanin av diakonpresti er ein liður í hesum.

Sverri Steinhólm byrjaði í tænastuni sum diakonprestur tann 1. september. Sunnudagin verður hann skipaður í embætið sum siðvenja er, og tað hendir klokkan 11 undir gudstænastuni í Fríðrikskirkjuni á Toftum, sum Uni Næs, dómpróstur, stílar fyri.

Eftir gudstænastuna er ein drekkamunnur fyri øllum í Fríðrikskirkjuni, har høvið verður at heilsa upp á nýggja dikonprestin.

Kelda: Fólkakirkjan