Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Poddvarp: “Barnavognurin skiftir um við eina kistu”

”At bera sonin út í ein bil og koyra hann úr kirkjuni eru tey tyngstu fetini, eg nakrantíð havi tikið. Vit kláraðu ikki at siga farvæl. Tað bleiv meira til, vit síggjast aftur”, sigur Bent Johnny Olsen í triðja parti av poddvarpsrøðini hjá Beranum

Í triðja partinum í poddvarpsrøðini hjá Beranum hoyra vit um, hvussu tað kann upplivast at missa eitt pinkubarn.

Oddfríða Weihe og Bent Johnny Olsen mistu á sumri í 2020 púra óvæntað lítla sonin, Marna.

Hvussu ávirkaði tað tey sum familju at missa Marna? Og hvussu royna tey at liva víðari við sorgini sum ein part av gerandisdegnum?

Í sendingini lýsa tey eisini stóra kærleikan til sonin og sorgina um at missa hann so tíðliga. Tey fortelja somuleiðis bersøgið um, hvussu tað var at fara út aftur í gerandislívið og at gerast við barn aftur.

Eisini verður tosað við Fridu Poulsen, sálarfrøðing í Beranum, um, hvussu man sum par kann stuðla hvørjum øðrum í einari so svárari støðu, og um tað ber til at finna vón í nøkrum so meiningsleysum sum at missa eitt pinkubarn.

Hoyr triðja part her niðanfyri:

Kelda: Berin